Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fráfaringaravtalur

Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr.  14/2015 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, um uppsøgn av almennum stjórum og leiðarum,  frá  Kára P. Højgaard, løgtingsmanni

Fyrispurningurin var soljóðandi:
 
1. Kann løgmaður upplýsa allar fráfaringaravtalur, ið eru gjørdar við almennar stjórar og leiðarar seinastu 5 árini.? 
2. Hvat hava hesar avtalur kosta landskassanum? 
3. Kann løgmaður upplýsa, hvar heimildirnar finnast at gera slíkar “gyltar fráfaringaravtalur”? 
4. Finst nakað yvirlit, hvørjar bindandi fráfaringaravtalur framhaldandi eru galdandi fyri leiðslufólk í almenna geiranum og innan almennar stovnar og feløg, sum virka eftir partafelagstreytum, har almennu Føroyar eiga part av/ ella allan partapeningin? 

Svar:
Til 1 og 2. Eg havi spurt meg fyri hjá stjórnarráðunum. Seinastu 5 árini eru 16 fráfaringaravtalur gjørdar við stjórar og leiðarar á almennum stovnum býttar soleiðis millum ráðini:
 
Stjórnarráð                                                          Tal av fráfaringaravtalum
Almannamálaráðið                                                          6
Heilsu- og innlendismálaráðið                                          4
Uttanríkis- og vinnumálaráðið/Samferðslumálaráðið                  2
Mentamálaráðið                                                                  2
Fiskimálaráðið                                                                  2
Samla                                                                         16

Løgmansskrivstovan og Fíggjarmálaráðið upplýsa, at har eru ongar fráfaringaravtalur gjørdar seinastu 5 árini, einans flytingar í onnur almenn størv eru framdar. 

Viðvíkjandi hvussu nógv fráfaringaravtalurnar hava kostað landskassanum, verður víst til hjáløgdu svar frá stjórnarráðunum. Hesi tøl eru ikki sett upp í talvuna omanfyri, tí tey kunnu ikki samanberast beinleiðis. Í nøkrum førum er samlaði kostnaðurin roknaður, meðan í øðrum førum er eykakostnaðurin roknaður, t.e., hvussu nógv er goldið út yvir tað, sum ein "vanlig" uppsøgn hevði kostað. 

Tá ið mett verður um, hvørt henda upphædd er rímilig, skal verða hugsað um, hvussu eitt uppsagnarmál kann draga út og krevja ressursir, hvussu tað kann verða seinkað við eyka lønarútreiðslum sum avleiðing, fyri ikki at tala um, hvussu krevjandi eitt rættarmál kann vera, og at tað kann enda við endurgjaldskravi. 

Til 3. Í hjáløgdu skjølum hava stjórnarráðini, ið hava nýtt fráfaringaravtalur seinastu 5 árini, lýst sína fatan av teirra heimild at gera nevndu avtalur. Eftir málsøkjabýtinum liggja arbeiðsgevara heimildirnar hjá landinum í Fíggjarmálaráðnum. Eg havi tí eisini biðið Fíggjarmálaráðið lýst spurningin um heimildir. Teirra svar sæst niðanfyri. 

“Fíggjarmálaráðið ger sáttmálar við fakfeløgini og góðkennir individuellar setanartreytir, herundir eisini, at stjórar verða settir eftir einum standard stjórasáttmála, har vanliga ásetingin er, at ein stjóri hevur 6 mánaða uppsagnarfreist. Áður stóð í standardsáttmálanum ein áseting um eina fráfaringarsamsýning, men henda bleiv tikin úr við skrivi úr Fíggjarmálaráðnum til aðalráðini tann 18.12.2013.

Tá ið ein stjóri skal sigast úr starvi, eru ið hvussu er 4 atlit at taka: Uppsøgnin skal vera saklig, uppsagnartilgongdin skal vera røtt, uppsøgnin skal ikki kosta óneyðuga nógv og stovnurin skal rekast víðari so ótarnað sum gjørligt. 

Fíggjarmálaráðið skrivar í sínari vegleiðing um uppsøgn, at við hvørt kann tað vera ein fyrimunur bæði fyri tann setta og setanarmyndugleikan, at gjørd verður ein fráfaringaravtala. Ein vanlig uppsøgn fylgir reglum í sáttmálum og er harumframt ein fyrisitingarlig avgerð og skal fylgja fyrisitingarligu reglunum. 

Tá ið fráfaringaravtala verður gjørd, eru vit uttan fyri fyrisitingarligu reglurnar um hoyring o.a.

 Hægstirættur hevur úttalað, at tað er loyvt at gera fráfaringaravtalur, og við tí avtala seg leysan av fyrisitingarreglunum. Ein treyt er, at myndugleikin ikki kann verða lagdur undir valdsreingjan. Tí verður í vegleiðingini um uppsøgn mælt til, at starvsfólkið hevur við sær advokat ella fakfelag. Hetta eru trupul mál, sum kunnu enda í rættinum, og tá verður gjørd ein meting av váðanum fyri einum meirkostnaði av rættarmáli og møguligari endurgjaldsskyldu. Fráfaringaravtalan má tá ikki vera at rinda eina størri upphædd, enn tað er sannlíkt, ein vildi verið dømdur til at rinda, um málið endaði í rættinum. 
 
Eftir málsøkjabýtinum liggja arbeiðsgevaraheimildirnar hjá landinum í Fíggjarmálaráðnum. Fólk verða sett í starv eftir sáttmálum hjá landinum. Tey, sum skulu sigast úr starvi, verða loyst úr starvi eftir reglum í sáttmálum og lógum, og avtalur í einum stjórasáttmála skulu eisini haldast. Harumframt er loyvt at gera fráfaringaravtalur í teimum førum, har tað er fíggjarliga skynsamt og har atlitini til raksturin av stovninum tala fyri. Tað er ikki heimild til at gera “gyltar” avtalur. 

Fráfaringaravtalan skal samanumtikið - fíggjarliga og í aðramáta - vera ein betri loysn fyri landið og stovnin enn ein uppsøgn eftir vanligu reglunum. Vanliga hevur tann myndugleikin, sum hevur sett fólk í starv, eisini heimildina (og skylduna) at siga fólk úr starvi. Hesin sami myndugleiki hevur eisini skyldu at síggja til, at ein møgulig fráfaringaravtala er besta loysnin.”

Til 4. Sambært Fíggjarmálaráðnum finst onki yvirlit yvir bindandi fráfaringaravtalur fyri leiðlsufólk í almenna geiranum og innan almennar stovnar og feløg, sum virka eftir partafelags treytum, har almennu Føroyar eiga part av/ella allan partapeningin.

Í Tinganesi, 4. januar 2016

Aksel V. Johannesen 
løgmaður