Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frælsi samráðingarrætturin er hóttur

Landsstýrið hevur kroyst fakfeløgini upp móti einum veggi við reallønarniðurskurði og eini eftirlønarlóg, sum benleiðis setur túsundtals starvsfólk niður í løn, og um feløgini ikki makka rætt, steðga samráðingarnar. Vandi er síðan fyri, at tá fakfeløgini fráboða lóglig stríðsstig, leggur løgtingið uppí. Tað er ikki gott, og tað er ein beinleiðis misskiljing av frælsa samráðingarrættinum.

Løgtingið hevur heimild at blanda seg upp í samráðingarnar, um tað vísir seg, at møgulig stríðsstig ganga ov harligt út yvir ávísar samfelagsbólkar, og vandi stendst um lív ella heilsu hjá einstaka borgaranum ella ávísum samfelagsbólkum. Løgtingið kann eisini blanda seg uppí, um beinleiðis vandi er fyri stórum virðum hjá landinum. Hetta hava vit sæð Løgtingið brúkt í øðrum førum við at broyta galdandi lógir og byggisamtyktir í einari handavending.

Tað er ikki ætlanin við heimildini, at løgtingið fer inn og brúkar vald bara fyri at brúka vald, hinvegin hevur løgtingið skyldu til at brúka sítt vald til tess at forða fyri, at vanlukkur henda, sum hava álvarsligar fylgjur fyri land ella fólk.

Og júst í hesum føri, har strandfaraskipini møguliga verða løgd, er ikki talan um vanda fyri lívi ella heilsu, ella at stór virðir hja landinum fara fyri skeyti. Tað er sjálvandi sera ørkymlandi fyri tey, sum verða rakt av einum verkfalli, líkamikið hvørji tey eru, ella hvar í landinum tey búgva. Hetta er ein partur av tí at lýsa ella fara í verkfall.

Verkfallið, sum varð fráboðað at byrja í dag kl.17.00, var ikki byrjað, og eingin kennir tí avleiðingar av hesum enn, og bara tí er tað valdsmisnytsla av Løgtinginum, um tey velja at leggja seg út í tær frælsu samráðingarnar. Tað kann ikki passa, at um politisku raðfestingar møta mótstøðu frá fakfeløgunum, so kann landsstýrið bara heita á Løgtingið um at trumfa sítt ígjøgnum.

Eg vil heita á øll fólkavald um at seta seg væl inn í, hvat avtalan um frælsar samráingar inniheldur, og samstundis at hugsa seg væl um, áðrenn valdið verður brúkt til at forða fyri mótstøðu. Ein arbeiðsósemja er ikki altíð lívshóttandi, tað er eitt stríð um vald og betri viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum.

Millum samráðingarnar eru eingi forum/tiltøk, har fakfeløg og arbeiðsgevarar tosa saman um viðurskiftini á sáttmálaøkinum. Samstarvsráð kundu verið ein møguleiki at tosa um, hvussu politiskar raðfestingar og lógarbroytingar raka ymisku fakbólkarnar. Í einum tílíkum samstarvsráð kundu partarnir umrøtt viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum ella í politisku skipanini, so tað ikki bert er tann eina mánaðin, meðan samráðingin fer fram, at hesi viðurskifti skulu fylla alt. Tað átti at ført við sær, at landsstýrið kundi lagt sínar samráðingar til rættis á ein slíkan hátt, at atlit verða tikin til øll viðurskifti, sum hava stóran týdning, og sum ikki rúmast innanfyri tann ásetta karmin.

Tá vit tosa um at uppføra okkum siviliserað, er tað ein ábyrgd, sum liggur hjá øllum pørtum, ikki bara hjá arbeiðstakarunum. Fakfeløgini hava skyldu til at umboða limir sínar, og tá lógarverk og politiskar raðfestingar raka lønar-og arbeiðsviðurskiftini á ein negativan hátt, er tað skylda fakfelagsins at gera vart við hetta og at forða fyri, at viðurskiftini versna. Og tað er henda rætt, sum øll politiska skipanin eigur at verja og virða.

So haldið fingrarnr burtur frá okkara samráðingum,og latið partarnar gera sítt arbeiði. Kanska átti landsstýrið, áðrenn tey blanda seg uppí, heldur at hugt at, hvussu samráðingar fara fram, og tann møguleikin er altíð til staðar. Politikarar kunnu vera við til samráðingarnar, og tað vóru teir fyrr. Eg skilji ikki, hvussu ein politikari, sama um tað er landspolitikari ella kommunalpolitikari, kann velja als ikki at vísa seg við samráðingarborðið, uttan tann dagin skrivast skal undir. Undirskriftina kundi eitt embætisfólk borið millum hæddirnar í fíggjarmálaráðnum, men tankarnar og argumentini kann ein ikki lata øðrum at umsita.

Maud Wang Hansen

forkvinna í Føroya Pedagogfelag