Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frælsi fremur framburð

Undir hesi yvirskriftini hevur Framsókn í dag havt landsfund, har eini hálvthundrað fólk møttu. Framsókn strembar eftir einum politikki, sum í størri mun stuðlar undir tey trý frælsini, sum flokkurin byggir á - persónliga frælsið, vinnuliga frælsið og tjóðarfrælsið. Landsfundurin legði serliga dent á at viðgerða hesi viðurskifti:

Tjóðarbygging – hin innara kumpassin

Tjóðarbygging er ein sterk megi, sum allir føroyingar eiga at byggja á. Hendan megi skal ikki virka í løgtinginum burturav, men í øllum okkara lívi og verki, bæði gerandis og tá vit halda høgtíðir. Framsókn er ikki einans ein politiskur flokkur, men eisini ein virkin partur í tí rákinum, sum á so mongum øki stuðlar undir og vinnur okkum tjóðarfrælsi. Land okkara er gávað við ómetaliga nógvum dugnaligum menta- og listafólki, sum eru ein miðleingja í tjóðarbyggingini.

Øll vinnulívsfólk eiga at hava tjóðarbyggingina í huga í sínum virksemi. Tað elvir til vilja og eldhuga at hava eitt størri endamál enn bara løtuvinning fyri eyga. Tá politikkarar lóggeva, eiga teir altíð at hava tjóðarbyggingina sum sína innaru kumpass. Tjóðarbyggingin eigur at bera í sær ein virðiligan atburð móti umboðum fyri aðrar tjóðir, eisini tá tey koma til Føroya – ella í føroyskan sjógv - at arbeiða. Tað, at vit taka ábyrgd av egnum landi, gevur okkum ábyrgdarkenslu, sum aftur elvir til dynamikk og úrslit. Tjóðarbygging er ikki eitt flokspolitiskt mál.

Ein marknaðarrikin høvuðsvinna

Framsókn fýlist á, at marknaðarkreftirnar eru tiknar av í høvuðsvinnuni. Nøkur fá - meira og minni føroysk -feløg eiga rættin til at kalla alt tilfeingið. Talan er um øgiligar nøgdir í part – nógv størri nøgdir enn í okkara grannalondum. Hetta elvir til nøgdarveiðu og vantandi virðisøking. Allur kapitalur er samsvarandi miðsavnaður, og tað er trupult – fyri ikki at siga ómøguligt – hjá nýggjum leikarum at fáa fígging. Vit mugu fáa ein heilt annan dynamikk í vinnuna við fleiri luttakarum og fleiri skipanum sum kunnu tryggja størri virðisøking og at keyp og søla av veiðuloyvum og veiðuni verður optimal.

Veiðuloyvi skulu verða seld føroyskum skipum undir føroyskum eftirliti og við føroyskum sáttmálum og arbeiðsloyvum. Almennu Føroyar skulu hava nøktandi tilfeingisgjald fyri útluting av fólksins ogn. Framsókn fer í politiska arbeiði sínum at søkja ein meiriluta á løgtingi, sum vil tryggja, at fleiri sleppa framat høvuðsvinnuni, og at vinnan fer at virka á einum marknaðarstýrdum grundarlagi.

Tingfólk skulu ongantíð aftur takast av ræði

Framsókn tekur frástøðu frá avgerðini hjá samgonguni um at nokta tinglimum at atkvøða sambært egnari sannføring í uppskotinum um at broyta hjúnabandslógina. Eftir okkara tykki er tað bæði skeivt og ódemokratisk, tá partar av lóggevandi valdinum sýta øðrum at atkvøða eftir egnari sannføring í slíkum spurningum, har flokkarnir ikki hava eina felags støðu.

Tað átti at verið eitt demokratiskt ideal, at ein og hvør politikari einans er bundin at síni egnu samvitsku, ikki minst í prinsipiellum spurningum, sum snúgva seg um borgarlig javnrættindi. Framsókn fer ongantíð at sýta øðrum politikarum at fylgja egnari sannføring og samvitsku, og Framsókn fer ongantíð inn í eitt politiskt samstarv, har ávísir bólkar fáa loyvið til at taka onnur tingfólk av ræði.

Útboðspolitikkurin skal tryggja betri javnvág millum alment og privat

Framsókn tekur undir við tí arbeiðið, ið er byrjað viðvíkjandi útboði av almennum tænastum. Við eiga at leggja enn meira orku í at seta upp karmar fyri, hvussu tænastur verða bodnar út, serliga fyri at fáa avmystifiserað mytur um ójavnvág millum eftirspurning og veiting. Opinleiki og gjøgnumskygni eru hornasteinar í regluverkinum, sum skal tryggja dygdargóðar kravfestingar til ta einstaku útbodnu tænastuna. Tilgongdin við almenna útboðspolitikkum hevur stóran týdning og má ikki steðga nú.

Reyði tráðurin í útveiting av almennum tænastum er álit millum tað almenna og privatar tænastuveitarar. Álitið kemur ikki av sær sjálvum, men bert, um vit seta útboðspolitikkin í verk og harvið loyva pørtunum sjálvum at uppbyggja álitið.

Tórshavn tann 22. Mars 2014

Framsókn – liberali tjóðskaparflokkurin