Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Forsetin í Lions Club Tórshavn, Leif Ellingsgaard, handaði leiðaranum á Frælsi, Martin Kúrberg, kekkin við teimum 40.000 krónunum, ið vóru ágóðin frá ársins stórsteypadysti í fótbólti

Frælsi 40.000 frá Lions

Viðgerðarheimið Frælsi á Eiði hevur fingið 40.000 krónur frá Lions Club í Føroyum, sum var ágóðin frá ársins stórsteypadysti í fótbólti millum Víking og NSÍ.

Stórsteypadysturin er eitt felags átak hjá Lions Club í Føroyum og Fótbóltssambandi Føroya, sum hevur til endamáls at fáa avgreitt stórsteypadystin sum tann fyrsta í kappingarárinum, samstundis sum pengar verða samlaðir inn til eitt gott endamál, og hesaferð var tað Frælsi á Eiði, ið fekk ágóðan.

Martin Kúrberg, leiðari á Frælsi, kundi tí í vikuni taka ímóti einum kekki upp á 40.000 krónur, ið helst muna væl hjá viðgerðarheiminum, sum er fyrsta viðgerðartilboð her á landi til ungfólk millum 18 og 24 ára aldur, sum hava rúsevnisrupulleikar.

Sjálvur greiddi Martin frá, at tey við heiminum vóna, at tey kunnu lofta ungum misbrúkarum, áðrenn teir koma ov langt út í misbrúk og áðrenn »søgan verður ov gomul«, sum hann tók til, tí skjótari hond verður tikin um trupulleikarnar, lættari eru teir at basa.

– Tá eg sjálvur hevði brúk fyri tí, var einki sovorðið heim, men tað kanska var ein meining við tí allíkavæl, tí hørðu royndirnar frá lívsins skúla kunnu nú brúkast til at hjálpa øðrum, sum hava verið líka illa og verri fyri, enn eg sjálvur var, greiddi Martin Kúrberg frá.

Um sjálvan stórsteypadystin, sum var á Tórsvølli leygardagin 3. mars, er annars at siga, at Víkingur vann 5-3 á NSÍ eftir brotssparkskapping, tí tað eftir teir 90 minuttirnar stóð á jøvnum 1-1. Hetta var sættu ferð á rað, at Víkingur spældi stórsteypadystin og sigurin var tann fimti hjá teimum ljósabláu.