Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fráboðan til limirnar í Føroya Pedagogfelag: Eingin semja í eygsjón

Føroya Pedagogfelag hevur nú verið í samráðingum við Fíggjarmálaráðið og Kommunla Arbeiðsgevarafelagið (KAF) síðani síðst í oktober.

Samráðingar andin hevur verið góður og hevur serliga KAF víst viljan at náa eina semju. 

Nevndin í Føroya Pedagogfelag má tó staðfesta at Fíggjarmálaráðið ikki tykist hava sama vilja ella áhuga at røkka einari semju. Hetta máttu vit staðfesta eftir seinasta fundin við partarnar, fríggjadagin 20. november 2015, har vit næstan bert sótu við krøvunum frá Fíggjarmálaráðnum, ið minka um vunnin rættindi. Hetta vóru krøv, sum vit als ikki kundu taka undir við og vóru eingin útlit fyri, at Fíggjarmálaráðið fór at broyta áskoðan. 

Tískil fóru vit frá borðinum uttan at avtala annan fund.  

Kravið frá okkum er, at Fíggjarmálaráðið umhugsar sína støðu og veruliga vísir ein vilja at koma á mál - áðrenn tað hendir, er lítil meining í at halda áfram við samráðingunum.

Vegna nevndina í Føroya Pedagogfelag

Jógvan Philbrow, formaður.