Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frá sosialpolitikki til skøkjupolitik

Longu í 40'inum hevði eg tað stóru gleði at sita og nina á knøunum á einum av stovnarunum av Sosialinum, meðan hann dag um dag skrivaði síðu upp og síðu niður, har hann vardi og stríddist fyri arbeiðarar og fiskarar, fyri faðirleysum og móðirleysum, sum vóru komin í svára neyð, fyri einkjum og gomlum og hjálparleysum og annars øllum, ið livdu á lívsins skuggasíðu, og sum onkursvegna máttu hutla seg ígjøgnum tilveruna. Av sonnum eitt stríðsblað, sum tendraði eitt lítið ljós í myrkrinum.

Kríggið hevði sett síni spor, so mong vóru í svárari støðu, meðan onnur høvdu fingið nógv burturúr. Javnaðarmenn og -fólk fasthildu linjuna, meðan fólkaflokkurin, ið varð stovnaður í 1940 m.a eisini við nøkrum heilrópum og strektum ørmum, tók sær mest av teimum, ið ikki høvdu tørv á nøkrum, men vildi verja um og økja um sítt egna, m.a við at halda lønum bæði á landi og sjógvi so langt niðri, sum tað nú einaferð lat seg gera.

Stríðið móti fólkaflokkinum og teirra viðhaldsfólki – m.a. høgrareligiøsum – var mangan hart og náðileyst. Fólkaflokkurin gjørdist ofta tann sterkasti í tali, hóast hansara konsekventa einvegis yvirstættapolitik og sín lítið dámliga peningapolitik, sum at enda feldi formannin við ein fongsulsdómi um hálsin fyri svik og svindil. Men hetta hevur ikki hildið øðrum frá at royna, men teir hava via ymsar snildir sloppið sær undan, áðrenn hamarin er fallin. Og sum sagt verður, er ongin tjóvur, tí hann stjelur, men tí hann dugur ikki at stjala.

Sambandsflokkurin, fólkaflokkurin og sjálvstýrisflokkurin stýrdu Føroyum frá 1950 – 1958. Eitt tað ringasta tíðarskeið í nýggjari tíð. Heilt nógvir fiskimenn og fitt av kvinnum máttu fara til Íslands fyri at kunna breyðføða seg og síni. Alt stóð mest sum í stað herheima.

Javnaðarmenninir við teirra stríðsblaði stríddist hitt góða stríðið, og í 1958 gav tað úrslit. Teir - saman við sambandsflokkinum og sjálvstýrisflokkinum - gjørdu stjórn og viðtóku fólkapensión og løgdu lunnar undir 60 mill.kr. Grunninum til endurnýggjan av skipaflotanum, sum kom at virka eitt sindur seinri. Fólkafl var úti – og ljós og vón vóru inni. Fólkið rankaði ryggin og brosaðu.

Stavnamaðurin byrjaði so smátt sína høgraradikalu antisosialu herferð móti øllum, sum rørdi seg til vinstru fyri honum. Nakað av tí fyrsta, sum eg hoyrdi um – tað kann vera annað, ið er fyrr, so sigi frá,- tað var, at hann hevði sæð seg svakan ella avindsjúkan upp á ein sera dugnaligan kollega uppi í Hoydølum, tí hon skuldi vera – ella var – sosialist. Hon skuldi niður við nakkanum. Men hvussu skuldi hann bera seg at við tí? Jú, hann kundi falsa karakterirnar í karakterbókini hjá systir síni á tann hátt, at karakterir, ið vóru 9 blivu viskaðir burtur og 6 var skrivað í staðin fyri. Og tað varð gjørt í fakinum, sum sosialistalærarakvinnan hevði. Og síðani kundi Óli sláa fast, at lærarainnan forfylgdi næmingum, sum vóru høgravendir. Hon skuldi frá. Men hvat var tað fanin gjørdi? Hann framdi akkurát tað, sum hann ætlaði at leggja hana undir. Karakterbókin fór til Danmarkar, har ein grafologisk kanning, kundi sláa fast, at eitt 9 tal var broytt til eitt 6 tal, Og soleiðis var Óli aktuellur aftur. Men søgan sigur okkum, at hann lærdi einki av hesum, men bleiv fananum verri. Skúlin í Hoydølum og lærararnir áttu at víst honum burtur, so kanska fananskapurin hevði verið avtakandi. Ongin veit, tí satt at siga sær hann út sum eitt vónleyst tilfeldi av markleysum frekleika. Har er vist einki at gera.

Í 64 fór eg í lestrarørindum til Danmarkar og varð av øðrum orsøkum har til í 82. Hesu árini fylgdi eg ikki so neyvt við politisku gongdini herheima. Men javnaðarfólk, ið frá byrjan høvdu stuðlað blaðnum, hildu áfram at gjalda til blaðið, og sjálvt um tey fingu prógv fyri ágóðanum, so fingu tey ongantíð nakað afturgoldið. Men tað vistu teir av frammanundan. Flokkurin fekk fyri søluna, tá blaðið v.m varð selt til núverandi eigarar. So høgrakósina ella aðra kós hava teir rætt til at seta. Eg harmist bara um, at nýggja kósin skuldi verða neyðug. Hon minnir meg um Malaysiska flogfarið, ið skuldi seta kósina til Kina, men at síggja til endaði á uml. 4 km dýpi vestan fyri Avstralia.

Óli er gjøgnum árini vorðin kendur víða um fyri sín høgraradikala fananskap:

a: Oluf Palme verður speirikin av einum vælnøgdum Óla í Dagblaðnum, áðrenn Palme er vorðin kaldur eftir at vera skotin. Sum eitt kuriosum kann eg nevna, at eg nú ein dagin las um morðið, og har stóð millum annað, at teir framvegis leitaðu eftir einum navngivnum persóni, ið kom úr tí høgraradikala politiska miljønum, og sum hevði verið apartheidstuðul um ein háls. Tá skilti eg betur ljótu heilsanina. Brøðrir í andanum fegnast eisini yvir illgerðir.

b. Agressivi stuðulin til Apartheid er vælkendur eisini uttanlanda.

mmmmmmmmmmmmmmmmmmdclxx. Stuðulin til høgraradikala mordarin Pinochet.

mmmmmmmmmmmmmmmmmmdclxx. Jubilin yvir at Pinochet kuppaði hin fólkavalda Salvador Allende, sum ongan veg slapp úr forsetaborgini, og sum tí mátti skjóta seg.

e. samstarv við nýnazistar, Óli var at finna í kolofonini í blaði teirra

Tey, sum vilja vita meira nágreiniligt, hvørjir nevndu persónarnir vóru, og hvat teir stríddist fyri, kunnu finna teir á Google.

Sosialurin varð seldur til Lindenskov v.fl . Holdningarnir lógu eftir og úrslitið gjørdist eitt holdningsleyst blað. Tað fíggjarliga úrslitið setti kósina. Horupolitikkur er vorðin hornasteinurin. Skrivað verður helst um tað, sum gevur pengar, óansæð hví ella hvat.. Og sjálvt hin grábeinta verður settur í starv,bara tað gevur nakað í kassan. Eingin moralur. Skammleyst og til óbótaligan skaða.

Og í tí ljósinum skal nýtslan av tí høgraradikala og antisosialistiska Óla sum samstarvapartnara og eitursprænara síggjast og eisini hoyrast á Rás 2 v.m.

So Sosialurin er farin illa. Ræðuliga illa. Verjan av verjuleysum er farin. So vónandi skiftir Sosialurin til hitt meira hóskandi navnið Asosialurin, tað liggur so nær við, men gevur samstundis røttu myndina av núverandi virki.

Vónandi verða tey mong, ið boykotta Asosialin, mis-in-fo og Rásina við Óla og samstundis minnast hitt heiðurskrúnaða stríðsblaðið, ið ongantíð bar seg undan at verja borg, tá boð vóru eftir tí. Og tað var tað mangan.

Tað er eisini eitt sjúkutekn, at Óli Petersen – ið hevur skara framúr á sín hátt í mong, mong ár við góðum aktuellum tekningum – nú hevur verið noyddur at fara í annað starv, meðan Óli Breckmann fær loyvi til at halda fram við sínum niðurbrótandi høgraradikala, asosiala og menniskjavonda orðavavstri.

Vónandi fer hetta eina skjóta vend. Men hetta er upp til hvønn einstakan. Eisini til tín.

Dagfinnur Danbjørg.