Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frá heilum fiski til Omega 3: Kostnaðarstøðið køvir vakstrarmøguleikarnar

Meðan allar aðrar hendur royna at gera okkum burðardygg búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga, so køva almenni bústaðarpolitikkurin og peningastovnarnir visjónirnar um høvuðsstaðin sum vakstrardepil.

- Í yvirskipaðu visjónini fyri Tórshavnar kommunu verður staðfest, at høvuðsstaðurin skal vera ein vakstrardepil í Norðuratlantshavi. Høvuðsstaðurin uppfyllir flestu treytirnar fyri teirri vakstrarætlan, sum byggir á hesa visjón.

Vit eru væl við í fjølbroytni og alheimsgerð, hægru útbúgvingartilboðini økjast, lív tykist vera í at skapa eitt veruligt granskingarumhvørvi, vit stremba ímóti at verða burðardygg búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga og at geva nýggjum vinnum góð vakstrarlíkindi.

Kommunan hevur gjørt sítt ítarsta fyri at útvega vinnuni pláss og møguleikar í høvuðsstaðarøkinum. Og grundøki skorta ikki í dag. Keikantur skortar heldur ikki. Kommunan hevur somuleiðis gingið á odda royndini at fáa til vega fjølbroyttari bústaðabygging, men sannroynd er, at høga kostnaðarstøðið er ein stór forðing fyri allari tilgongdini at skapa menning og vøkstur.

Sannroynd er eisini, at verandi bústaðarpolitikkur hjá tí almenna og peningastovnunum fer at føra til fólkaminking og fólkaflyting. Í dag er hetta tíverri veruleiki.

Ein glotti er tó Húsalánsgrunnurin. Okkara vón er, at útboðið frá honum fer at ávirka prísstøðið niðureftir og samstundis betra fíggingarmøguleikarnar. Men tað almenna Føroyar má spæla við, samstundis sum peningastovnarnir mugu endurskoða húsafígging sum heild.

Vinnan í býnum

Sum nevnt halda vit í Tórshavn, at tað stendur væl til á fleiri økjum, vinnuliga, útbúgvingarliga og trivnaðarliga sum heild. Ein partur av visjónini er, at høvuðsstaðurin gevur nýggjum og altjóða vinnum, og vinnum, sum hava djúpar røtur her, góð vakstrarlíkindi.

Tað er hetta seinasta, eg havi hug at nema við í hesi grein. Tí ein av vinnunum, sum hevur djúpar røtur í høvuðsstaðarøkinum, er fiskivinnan, sum hevur drúgva søgu í høvuðsstaðnum, bæði innan skipasmíð, skiparakstur, fiskaviðgerð og ikki minst sølu.

Men avbjóðingarnar hjá høvuðsstaðnum eru at skapa fólkavøkstur og búskaparvøkstur. Aðrastaðni í Føroyum gerst hetta at kalla bert við inntøku frá fiskivinnuni. Men tað verður helst ikki tann traditionella fiskivinnan, ið Havnin skal byggja á í framtíðini.

Eg fari at leggja upp til eitt kjak um fiskivinnu í breiðum høpi við størri denti á eitt nú gransking og nýskapan – um biotøkni, um mat úr sjónum og heilsu og vælveru, um vísindi til frama fyri burðardyggum vørum úr okkara ríka havtilfeingi. Vit vita av royndum, at altjóða áhugin fyri at stuðla tílíkum arbeiði er stórur.

Okkara havtilfeingi gevur ovurhonds møguleikar fyri virðisøking. Og tá talan er um helst heimsins besta og reinasta tilfeingi, so eigur at bera til at fáa avbera góð úrslit burturúr málrættaðari gransking og vinnumenning. Vit síggja stóru framstigini innan biotøkni og gransking innan eitt nú framleiðslu úr tara og framleiðslu av Omega-3 fitisýru, raffinering o.s.fr. í grannalondum sum t.d. Noregi.

Glottar og avbjóðingar

Nakrir glottar eru at síggja, t.d. gleðir tað at síggja, at bygningurin hjá Vinnuframa við Hoyvíksvegin verður umgjørdur til eina granskingarmiðstøð – Granskingarlundina. Øll átøk innan gransking eru við til at uppfylla okkara visjón um høvuðsstaðin sum ein altjóða granskingardepil.

Eisini er sera áhugavert at fylgja tí stóra arbeiði, Granskingarráðið ger. Her er uppbýtið av høvuðspartunum í føroyskari gransking sera áhugavert, tí endamálið við framskygdum og málrættaðum granskingarpolitikki er at fáa størri ágóða av tilfeinginum. Tað er júst soleiðis, vit skapa vøkstur.

Og orsøkin til, at hetta ber til, er at í okkara høvuðsstaði búgva og virka lið um lið allir samfelagsbólkar, øll ættarlið og fólk úr nógvum ymiskum londum. Ungdómurin er sjónligur í býarmyndini, og alskyns tungumál hoyrast á gøtuni. Vit hava valt at búgva her, tí at her eru nakrir spennandi og øðrvísi møguleikar.

Okkara høvuðsuppgáva er tí at fáa øll tey, sum hvør við sínum gávum ynskja at menna Føroyar, uttan mun til, um tey altíð hava búð her, eru heimafturkomnir útisetar ella einaferð hava verið fremmandafólk, at trívast í høvuðsstaðnum. Móti hesum stendur, at kanningar vísa, at útlitini fyri høvuðsstaðin og Føroyar sum heild er fólkaminking.

Hetta má ikki henda, tí búskaparvøkstur er neyðugur, um vit skulu varðveita og menna verandi vælferðartænastur. Tí mugu vit venda gongdini og skapa fólkavøkstur og búskaparvøkstur.

Fortreytir fyri menning

Sum nevnt henda í hesum tíðum stór og spennandi ting innan gransking og altjóða samstarv. Eg trúgvi, at virkisfýsni innan akkurát hetta økið er fremsta fortreytin fyri, at menningin av høvuðsstaðnum og harvið føroyska samfelagnum kann eydnast væl. Mest tí hetta er tað týdningarmesta, sum kann gera, at vit vinna kappingina móti útlondunum um komandi ættarliðini.

Vit síggja allastaðir kring okkum, at tey samfeløg, sum tilvitað og við dirvi gera íløgur í kunnleika og førleikamenning hava bestu úrslitini. Tað skulu vit eisini gera! Sum vit hava ført fram í sambandi við visjóns- og vakstrartilgongdina, so gerst altjóða samstarv beinleiðis integratión, tá regluverk, tøkni og kunnleiki her heima eru eins og tey eru í mest framkomna partinum av heiminum.

Við hesum kemur ein partur av trivnaðinum av sær sjálvum. Tí trivnaður er eisini tolsemi og tað natúrliga, arkitektoniska og sosiala rúmið, sum vit skulu hava at virka í.

Praktiska partin av hesum – kostnaðin av at liva og húsast her, noyðast vit at taka upp til endurskoðan umgangandi! Tað er alneyðugt, at peningastovnarnir og almennu Føroyar verða tvingað at tosa saman um loysnirnar. Tí prísurin á jørð, tilfari og arbeiði má og skal niður. Vit mugu eisini beinanvegin hava størri kapping og størri fjølbroytni á fíggingarøkinum og kanska nýggjar loysnir, ongin enn hevur hoyrt um.

Sum er køvir almenni bústaðarpolitikkurin og fíggingarpolitikkurin hjá bankunum allan virkishug hjá serliga unga fólkinum. Og hugurin at flyta heim eftir loknan lestur minkar so hvørt kostnaðarstøðið hækkar og fíggingarmøguleikarnir versna.

Hetta kann nakað gerast við, bara viljin er til staðar.

Heðin Mortensen

borgarstjóri