Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jógvan Mørkøre, stjórnmálafrøðingur. (Maria Olsen Photo)

Frá at turrmjólka landskúnni til at súgva lívið úr vinnuni—eitt langt lop

Dan Klein --- 01.12.2017 - 10:03

Einaferð livdi føroysk fiskivinna, til egið forderv, av landskassastuðli; nú er øvugt, við einari bólgnandi landsumsiting ið tykist vilja kvala ta vinnu sum hon annars má hava eftir fyri sjálv at kunna yvirliva—men er tilfeingisrenta verulig?

ĺ summum hava vit fyri óvana at renna úr einari veit yvir í hina, í treiskari avnoktan av sjálvum vegnum sum liggur millum veitirnar. Kanska eru veitirnar í so breiðar og vegurin í so smalur, ella soleiðis uppliva vit tað. Ikki so langt síðani—undir einum tíðarskeiði frá seint í 1970unum og upp til byrjan av 1990unum—var føroyskt vinnulív í ólukkumát heft av fíggjarligum stuðli frá tí almenna. Hetta gjørdist við árunum verri og verri, og endaði við at kollrendi landið búskaparliga og medvirka til ta stóru fíggjarkreppu vit fingu í 1992. Men hvat lærdu føroyingar av hesum? Eftir øllum at døma millum lítið og einki, sambært stjórnmálafrøðingin Jógvan Mørkøre, sum vísir á at ídag er aftur ein líknandi støða íkomin, tó við øvugtum fortekni: nú hava vit ein ovurstóran umsitingarligan yvirbygnað sum hevur sett sær fyri, ella start seg blindan uppá, at súgva so nógvan pening sum til ber so skjótt sum gjørligt úr tí parti av fiskivinnuni sum hevur staðið seg best tey seinnu árini. 

At tílíkt endar galið eigur ein og hvør at kunna rokna út. Ov lættliga fingin peningur hevur lyndi til at skapa størri og størri tørv á meira; hann kann, sum eitt nú studningsskipanir, gerast samfelagsliga og búskaparliga vandamikil, ávarar Jógvan Mørkøre. Harafturat kann ivrin eftir at tryggja og fasthalda eitt so freistandi peningarensl eisini vera politiskt vandamikil, og kann í so máta eisini koma til at kosta verandi landsstýrissamgongu dýrt.

“Og eitt áttu í øllum førum tey við tí politiska valdinum ídag at dugað at sæð, nevniliga tað at tað spyrst einki gott burtur úr at noyða politikk niður yvir høvdið á fiskivinnuni úr erva,” skrivar stjórnmálafrøðingurin í blaðnum Sjógvur & Fólk, sum í hesum døgum verður borið út.

Víðari staðfestir hann at meðan breið undirtøka ídag er fyri at krevja eitt tilfeingisgjald ella tilsvarandi avgjald frá fiskivinnuni fyri at fiska ella fyri at rættindi at fiska, so valdar ørkymlan kring spurningar sum tilfeingisrentu og hvussu ein tílík skal roknast út og krevjast inn. Tað sum fólk tykjast hava ilt við at skilja, er at talan er í grundini um ein politiskan spurningur tá samanum kemur, heldur enn nøkur neyv vísindi at stýra vinnuni ópartískt eftir.

Les meira: http://www.fiskivinnan.com/2017/11/fra-at-turrmjolka-landskunni-til-at.html#more