Fótbóltur og býarbókasavn
Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta 3,1 millión krónur til kommununar part av at leggja framkomið graslíki á Tórsvøll. Samstundis hevur Fótbóltssamband Føroya boðað frá, at tað játtar 4,5 mió kr til endamálið.
Hetta fer at bøta munandi um leikumstøðurnar á Tórsvølli til altjóða dystir og ikki minni um møguleikarnar hjá havnarfeløgunum at fáa tímar á Tórsvølli. Arbeiðini verða boðin út í næstum.
Samstundis hevur býráðið játtað Tórshavnar Golfklubba 400.000 krónur, nú partar av tilfarinum, sum verður tikið av grasvøllinum á Tórsvølli, verður flutt út á Glyvursnes at nýta til at bøta um umstøðurnar á golfvøllinum.
Hoyvíksvøllur
Býráðið hevur samtykt at játta fyrstu pengarnar til at fyrireika fótbóltsvøll í Hoyvík, og fyrsta takið er at eftirkanna staðsetingarmøguleikarnar og taka avgerð um staðsetingina.
Fleiri møguleikar hava verið frammi. Í sambandi við skúlabyggingina við Løgmannabreyt og Karlamagnusarbreyt varð skotið upp at gera fótbóltsvøll beint niðanfyri skúlan framvið Karlamagnusarbreyt.
Síðani hava uppskot verið frammi um at gera hann í Dalinum Langa niðan frá Hoyvíkshøllini. Hesir og kanska aðrir møguleikar við skula nú lýsast nærri til støðutakan, áðrenn farið verður víðari við ætlanini.
Býarbókasavnið dagførast
Tórshavanr býráð hevur samtykt at játta 1,5 mió krónur til at dagføra Býarbókasavnið í miðbýnum. Í seinastuni er bøtt um umstøðurnar í veghæddini og kjallaranum í Niels Finsensgøtu.
Hendan nýggja játtanin er ætlað til at fara víðari við hesum dagføringum. Endamálið er at víðka um virksemismøguleikarnar og gera býarbókasavnið enn sjónligari og virknari í gongugøtuni.
Eitt samt býráð tók undir við tilmælunum frá mentamálanevndini og fíggjarnevndini.
Innbúgv til Venjingarskúlan
Serhølini til alis- og evnafrøði á Venjingarskúlanum eru undir umvæling. Tórshavnar býráð hevur nú játtað slaka hálva millión til innbúgv og útgerð til hølini, sum verða liðug í næstum.
Jógvan Arge
Formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs