Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fótbóltsvøllur í Hoyvík verður gjørdur

Við 12 atkvøðum fyri og ongari ímóti samtykti Tórshavnar býráð í hóskvøldið, at játta fígging til fótbóltsvøll í Hoyvík. J & K Petersen skulu gera arbeiðið.

Kunningarfundir hava verið við grannarnar hjá vøllinum.

Málið er tengt at útstykkingini Oman Gil, haðan alt avlopsgrótið frá vøllinum skal koyrast.