Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fótbóltsvøllur í Hoyvík fer nú í gongd

Nú er so loksins avgerð tikin í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs um at fara undir at gera ein fótbóltsvøll í Hoyvík. Arbeitt hevur verið við hesum máli síðani 2010, og síðani tá er eftirspurningurin eftir einum vølli í Hoyvík er bert vaksin.

Á seinasta fundi í Mentamálanevnd Býráðsins í vikuni varð avgerð tikin um at fyrireika og at byggja nýggjan fótbóltsvøll í Hoyvík, og at játta peningin, sum er avsettur til endamálið.

Tað er ein ovurhonds stórur tørvur á vallar- og hallartímum í Tórshavnar Kommunu. Tí er alneyðugt at fremja hesar íløgur nú. Tað ber ikki at útvega ítróttarfeløgum og borgarum neyðugu møguleikarnar at íðka fótbólt og annan ítrótt í Gundadali longur. Harumframt hava vit fingið ein stóran fólkaskúla afturat í Hoyvík – Skúlan við Løgmannabreyt. Har ganga úti við 400 børn í skúla, umframt at onnur uml. 400 ganga í skúlanum í Hoyvík.

Sum forkvinna í Mentamálanevnd Býráðsins fegnist eg um, at tað eydnaðist at fáa semju um at fara til verka nú. Bera vit okkum rætt at, so nýtist henda verkætlan ikki at gerast kostnaðarmikil. Men virðið, sum vøllurin fær fyri ungdómin og fyri allar borgararnar í Hoyvík, kann ikki undirmetast. Har búgva uml. 4000 fólk, har eru tveir risastórir fólkaskúlar, umframt at nýggj stór íbúðarøki leggjast afturat alla tíðina.

Eisini tørvur á venjingarhøll

Nú er so eftir at fáa semju um eisini at økja um talið av venjingartímum í ítróttarhøll. Tað er eins stórt trot á einari venjingarhøll afturat í Havn. Og tað fara vit í Mentanarnevndini og í Býráðnum at virka fyri kann gerast veruleiki sum skjótast, og at tryggja at rúm fæst fyri í langtíðar íløguætlan Býráðsins.

Helena Dam á Neystabø

Forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs