Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fótbóltsskúli við Liverpool legendum

So hendir tað aftur. Liverpool lengendur kom til Føroyar at venja ungar føroyskar leikarar. Í summar verður skipað fyri fótbóltsskúla í Gundadali har venjararnir verða Liverpool legendurnar John Barnes, Sammy Lee og John Aldridge. Teir hava allir tríggir sett sítt fingramerkið á Liverpool sum leikarar, meðan Sammy Lee eisini hevur verið í venjaratoyminum hjá Liverpool.

Fótbóltsskúlin, sum er fyri børn, gentur og dreingir, í aldrinum 8 – 17 ár, verður yvir tveir dagar frá fríggjadegnum 6. Juli, til leygardagin 7. juli 2012. Kostnaðurin er 600,-

Liverpool Føroyar og North Atlantic Football Agency (NAFA) skipaðu fyri einum líknandi tiltakið um summarið í 2009. Tað eydnaðist væl og undirtøkan var góð. Nú fáa føroyingar so møguleikan at uppliva stíðsmannin Sammy Lee, dribblikongin John Barnes og málrevin John Aldridge á føroyskari jørð, har teir fara at venja ungar føroyskar leikarar.

John Barnes skifti til Liverpool í 1987 og spældi í Liverpool í tíggju ár. Hann kom til felagið saman við John Aldridge, sum avloysti Ian Rush í álopinum. Teir vóru báðir partar av Liverpool liðnum, sum vann meistaraheitið í 1987-88 og 1989-90.

Sammy Lee spældi í Liverpool frá 1976 til 1986 og hevur verið verið partur av venjaratoyminum undir Graham Souness, Roy Evans, Gerard Houllier og Rafael Benitez. Umframt tað, so var hann eisini partur av venjaratoyminum hjá Sven-Goran Eriksson, tá hann var enskur landsliðsvenjari.

Øll børn, ið luttaka á fótbóltsskúlanum fáa, umframt høvið at venja við legendumum, eisini hesar lutir:

o Ein flotta T-shirt

o Diplom

o Okkurt leskiligt fyri tostan

o Bestu talentini fáa okkurt eyka

o Okkurt óvænta verður eisini á skránni

Tilmelding til tiltakið kann gerast á hesi síðu: http://www.liverpoolfo.dk/samband/

Viðmerki navn, teldupost og bústað. Kostnaður fyri báðar dagarnar umframt gávur er 600 kr fyri hvønn. Tað er avmarkað pláss.

Tiltakið skal vera goldið innan 5 yrkadagar. Kostnaðin fyri tiltakið skal gjaldast á konto:

Eik 9181 – 4477215

Banknordik 6460 – 3606971

Tað gongur mangan skjótt í fótbóltsheiminum og tí skulu nøvnini á legendinum takast við tí fyrivarni, at tey kunnu broytast.

Um tit ynskja at frætta nærri ella hava spurningar, so ber til at ringja til Róland Joensen á 585756.