Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Forvitnisligur fundur í Norðurlandahúsinum

Týskvøldið 11. februar var fundur í Norðurlandahúsunum. Røðari var Bård Frydelund, norskur søgumaður. Hann umrøddi hendingarnar fyri 200 árum síðani í sambandi við friðarsáttmálan millum Danmark og Svøríki í Kiel.

Tað merkisverda var, at norski søgumaðurin hevði eina heilt aðra áskoðan um hendingarnar tá enn ta, sum danskir søgumenn bera fram.

Hann segði nevnliga uttan himpr, at tað sum tá hendi var at Noregs ríki varð deilt í tvinnar lutir. Annar fór saman við Svøríki, hin parturin, Grønland, Føroyar og Ísland, helt fram við at vera saman við Danmørk.

Danskir søgumenn føra sum kunnugt nakað heilt annað fram. Teir siga, at oyggjarnar í Norðurhøvum als ikki hoyrdu til Noregs ríki, men vóru felags ogn hjá Noreg og Danmørk.

Einki er í søguligu keldunum sum stuðlar danska uppáhaldið. Hetta er nakað, sum teir hava funnið uppá av tí at teir eru hart sperdir av Grønlandi og Føroyum, sum hava alt ov gott um at halda um so er, at tað kemur til skarpskeringar millum okkum og Danmørk.

Zakarias Wang