Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein av fyrireikarunum, súsanna Vígdá

Forvitnislig og spennandi stevna hildin í Sjónleikarahúsinum í Havn

Tíðindaskriv:

Í døgunum 2. og 3. februar verður forvitnislig og spennandi stevna hildin í Sjónleikarahúsinum í Havn.

Stevnan hevur fingið heitið :"Vítt til veggja"

Á stevnuni luttaka fólk, sum hava fingið sær útbúgvingar innan alternativar viðgerðarhættir. Sum heitið eisini vísir á, so er vítt til veggja. Flestu luttakarar á stevnuni eru føroyingar, sum hava valt at fylgja sínum dreymi og síni sannføring um, at tað ikki einans eru kemisk evni, ið kunnu lekja sjúkur.

Størsta forðingin byrjar í egnum hugaheimi.

Tankarnir kunnu avgera og hava stóra ávirkan á, hvussu vit menniskju hava tað, bæði kropsliga og sálarliga. Jalig menniskju hava tað altíð betri, enn tey, ið hugsa og eru neiliga sinnaði. Tað krevst ongin vísindalig kanning til at prógva tað.

Øll eru vælkomin

Á stevnuni ber til at vitja básar hjá viðgerðarfólki, ið leggja stóran dent á at greiða fólki frá júst innan teirra øki. Nevnast kann m.a. reiki-healing, akupunktur, clairvoyansa, zonuterapi, healingsmassaga, hypnoterapi og psykoterapi .

Tað verða eisini fleiri áhugaverdir fyrilestrar báðar dagarnar. Ein neyvari skrá kemur seinni. Fyrireikarnir siga, at øll eru vælkomin í hugnaliga og gamla sjónleikarahúsið mitt í Havnini. Børn, yngri enn 14 ár, skulu fylgjast við einum vaksnum. Opið verður frá kl. 11 til 18 leygardag og frá kl. 14 -18 sunnudag. Atgongumerkini kosta 50 kr fyri ein vaksnan - børnini sleppa inn ókeypis. Atgongumerkið er samstundis ein lutaseðil við fleiri vinningarmøguleikum til ymiskar viðgerðir. Fyrireikarnir gleða seg nógv og vóna at nógv koma at vitja tey.