Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Forskúli í ríkisins bestu kørmum

Tá nýggi forskúlin í Skúlanum á Argjahamri byrjar næsta skúlaár, verður tað í bestu og mest framkomnu kørmum í øllum kongaríkinum. Nú hóskvøldið sleppa foreldur at kanna hesar karmar og at seta leiðsluni spurningar um komandi forskúlan.

Forsøgan er í stuttum hon, at skúlastýrið í Argja skúla heitti á kommununa at seta á stovn ein forskúla í Skúlanum á Argjahamri. Skúlin hevur havt langt samstarv við barnagarðarnar, og seinnu árini hevur verið skipað samstarv við skúlabólkarnar á dagsstovnunum í økinum. Á skúlanum eru tey ikki í iva um, at hetta er tann gongda leiðin fyri at náa øllum næmingum, so einstaka barnið fær ein góða byrjan.

Endamálið er í stuttum, at virksemið í forskúlanum skal verða við til at leggja grundarlag undir framhaldandi læru í skúlaverkinum. Tað skal taka støði í fjølbroyttu menningini hjá einstaka barninum og byggja víðari á náttúrliga forvitnið og hugin at læra og søkja sær vitan - so barnið gerst trygt at fara um gáttina inn í fólkaskúlan. Forskúlaskipanin skal virka sum ein bindiliður millum stovn, heim , skúla og frítíðarskúla.

Spæl er miðdepilin, hvørt talan er um undirvísing ella leik. Og undirvísingin má taka støði í tí, sum barnið kemur við - tann vitan, royndir og førleikar barnið hevur ognað sær í familju, barnagarði og kringumhvørvi.

Tryggir og spennandi karmar

Kunngerð um skipan og læring í forskúla kom í august 2013 og vit hoyra nú, at Fólkaskúlaráðið innstillar til Mentamálaráðið, at lærarar og námsfrøðingar í felag gera eina námsætlan fyri forskúlan. Hetta merkir at vit kunnu fara til verka undir skipaðum viðurskiftum, sigur Marjun Holm, skúlastjóri á Skúlanum á Argjahamri, sum er sera spent til kunningarátakið fyri foreldrum nú hóskvøldið kl 19.

- Í forskúlanum verður arbeitt við hesum høvuðsøkjum: Mál og málmenning, støddfrøði, náttúru og náttúrufyribrigdum, rørslu og motorikki, sosialum førleikum, samstarvi og handa- og listagávum. Gerandisdagurin í forskúlanum verður skipaður í samstarvi millum námsfrøðingar og lærarar. Virksemið skal stuðla fjølbroyttu menningini hjá tí einstaka barninum og gera barnið klárt til at byrja í 1. flokki, sigur Marjun Holm, sum sjálvandi eisini er spent um áhugan, nú innskriving verður í býráðssalinum í komandi viku.

- Vit hava pláss fyri 48 børnum í forskúla, so nú fáa vit at síggja. Tað týdningarmesta beint nú er at vísa foreldrunum okkara tryggu og spennandi karmar, øll tey mongu tilboðini, sum hesin stóri skúlin hevur, serstovurnar innan eitt nú tónleik, handverk og list, sum hesin skúlin hevur framum stovnarnar. Tað er greitt, at tað kann vera líka ørkymlandi sum spennandi í byrjanini fyri bæði børn og foreldur.

Góðir førleikar

- Forskúlin kemur at halda til í nøkrum av hølunum, har Frítíðarskúlin eisini heldur til aðrar partar av degnum. Skúlin og Frítíðarskúlin á Argjahamri eru hvør sín stovnur, sum hava hvør sína leiðslu og fyrisiting. Men stovnarnir samstarva undir somu tekju og í somu kørmum - og um somu børn, sigur Ann Hansen, leiðari á Frítíðarskúlanum.

- Leisturin og námsfrøðiligu hugsjónirnar, sum stovnurin virkar eftir í dag, hóska eisini væl til forskúlabørn. Hølisviðurskiftini eru avbera góð við nógvum rásarúmi til virknu børnini, eins og ríkiligt av plássi eisini er til djúphugsni og friðarligt spæl. Frítíðarskúlin við sínum starvsfólki og kørmum inni og úti leggur upp til eitt lærandi og mennandi umhvørvi, har tað at vera forvitin, rannsaka, seta spurningar og undrast er í miðdepli.

- At gera sær royndir og støðugt vera partur av eini lærutilgongd er eitt mál og úrslit í sær sjálvum. Hetta kann ikki vigast og mátast, men staðfestast í teimum førleikum, sum vit sum námsfrøðingar leggja dent á, tá ið vit hugsa um barnið sum sjálvstøðugt og sosialt menniskja. Nú brúgv verður bygd millum stovn og skúla við forskúla, slepst ikki uttan um frítíðarskúlan, har børnini eisini hava sína gongd. Vit er forvitin og spent upp á hetta nýggja samstarv og síggja fram til eitt gott samskifti við allar partar, sigur Ann Hansen.

Ann Hansen er spent at vita, hvussu móttøkan verður, nú nýtt og øðrvísi tilboð er til tey smáu í kommununi, sum eru um skúlaaldur. Fleiri dagstovnar í kommununi hava eitt vælvirkandi tilboð til tey 6 ára gomlu, men onkur vil kanska royna forskúlatilboðið, ið nú verður boðið út á Argjahamri.

Marjun Holm leggur dent á, hvussu avgerandi tað er, at ein tílík verkætlan sum hendan fær eina góða byrjan. Í hesum sambandi er neyðugt at víðka um samstarvið millum skúla og heim við atliti at felags fundum og foreldrasamrøðum. Fysisku karmarnir eru teir bestu í kongaríkinum, og leiðslan og kommunan hava ábyrgd av at manna verkætlanina, so klárt er at byrja til næsta skúlaár.

Innskrivingin til forskúla í skúlanum á Argjahamri verður í býráðssalinum týsdagin og mikudagin 21. og 22. januar 2014, báðar dagarnar millum kl 15 og 18. Men sum sagt verður kunnandi fundurin longu nú hóskvøldið 16. januar kl 19 í Skúlanum á Argjahamri, har høvið verður hjá foreldrum at seta spurningar og at síggja skúlan og umstøðurnar annars.

---

Les meira um forskúlan og www.sah.fo og um frítíðarskúlan á www.argjahamri.fo