Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Forsætisráðharrin vil heldur ikki útflýggja fullveldisskjøl

Dan Klein --- 28.08.2012 - 11:53

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Javnaðarstjórnin í Keypmannahavn hevur nú skrivliga váttað, at hon eins og landsstýrið myrkaleggur samráðingarnar um fullveldi í 2000 - hetta vísir manglandi virðing í hesum álvarsmáli, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.

Tíðindaskriv:

Helle Thorning-Smith, forsætisráðharri, hevur júst svarað einum fyrispurningi frá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni fyri Sambandsflokkin.

Fólkatingsmaðurin vil vita, um javnaðarstjórnin er sinnað at leysgeva fundarfrásagnir o.a. frá fullveldissamráðingunum í 2000, so at 12 ára myrkalegging av samráðingunum kann steðga.

Í svari sínum í dag noktar forsætisráðharrin at útflýggja duldu skjølini, ið fjølmiðlar og einstaklingar áður hava søkt um innlit í.

Helle Thorning-Schmidt vísir til, at stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen ikki vildi útflýggja innanhýsis skjølini, tí tað skal vera gjørligt hjá einari stjórn "frítt, formleyst og uttan órógvan at umhugsa og skifta orð um sína luttøku í samráðingunum".

- Sjálvandi skal ein stjórn hava arbeiðsfrið. Fullveldissamráðingarnar endaðu tó fyri 12 árum síðani. Tað er órímiligt og nørir um myturnar, at stjórnin og landsstýrið bøla oman á skjølunum.

- Vit mugu staðfesta, at evstu myndugleikar í Føroyum og Danmark vísa vantandi opinleika og virðing í hesum álvarsmáli. Føroyingar hava eitt rímiligt krav uppá at vita, hvat fór fram inni við samráðingarborðið, og hvørjar tankar partarnir gjørdu sær áðrenn, undir og eftir samráðingarnar, sigur Edmund Joensen.

Fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum heldur tað vera hugstoytt, at bæði stjórnin og landsstýrið fjala seg aftan fyri fyrrverandi stjórn og landsstýri.

- Tað hoyrir ongastaðni heima, at verandi løgmaður skal spyrja Anfinn Kallsberg og Høgna Hoydal um loyvi at almannakunngera skjølini. Man fær eina fatan av, at her er nógv at fjala.

- Hvat er tað ringasta, sum kann henda, um duldu fullveldisskjølini verða leysgivin? Jú, tað er, at vit øll fáa sannleikan at vita. Landsstýrið og stjórnin skylda øllum í Føroyum at sannleikin kemur fram í ljósið, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður hjá Sambandsflokkinum.

Les eisini: Svarið frá Helle Thorning-Schmidt til Edmund Joensen Grein:

http://edmundjoensen.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fEdm-skjoel%2fF%26AElig%3bU+spm+13+svar_.pdf

"Fullveldisskjøl skulu fram í ljósið"

http://edmundjoensen.fo/Default.aspx?ID=6&M=News&PID=20&NewsID=264