Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Forsætisráðharrin skundar sær spakuliga

SAMBANDSFLOKKURIN Á CHRISTIANSBORG: Hóast ES-stjórnarleiðarar hava stóran skund við at seta í verk eitt felags europeiskt fíggjareftirlit og innskjótaratrygd, sigur Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, at góðar stundir eru at umhugsa og umrøða møguligar broytingar í Føroyum og Grønlandi. - Hetta hongur ikki saman, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.

- Hetta er ikki nóg gott fyri føroyska og grønlendska fíggjargeiran og uppspararar. Meira kjøt má á málið, og Sambandsflokkurin á Christiansborg vil hava fleiri upplýsingar á borðið.

Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, eftir samráð í Europanevndini í dag.

 Í samráðnum spurdi fólkatingsmaðurin eftir, hvørt sosialdemokratiska stjórnin hevur eina ætlan fyri, hvussu fíggjareftirlitið og innskjótaratrygdin í Føroyum og Grønlandi skal skipast, um so er, at Danmark gerst partur av felags europeiska fíggjareftirlitinum og einum europeiskum innskjótaratrygdargrunni.

Forsætisráðharrin svaraði m.a., at ongin ætlan fyriliggur, og at góðar stundir eru at viðgera málið saman við landsstýrinum.

- Tað tykist sum, at forsætisráðharrin sigur eitt í Brússel og nakað annað í Europanevndini, sigur Edmund Joensen.

Á toppundi í Brússel 14. og 15. mars samdust ES-stjórnarleiðararnir um, at alt lógarverkið viðvíkjandi felags fíggjareftirlitinum skal avgreiðast komandi fáu vikurnar.

Toppfundurin samtykti eisini, at semja skal vera um innskjótaratrygd áðrenn juni í ár.

- Forsætisráðharrin er millum ES-stjórnarleiðararnar, ið siga seg hava skund, men í Europanevndini sigur ráðharrin, at góðar stundir eru at viðgera spurningarnar. Hetta hongur bara ikki saman. Tí fer Sambandsflokkurin á Fólkatingi nú at seta Helle Thorning-Schmidt skrivligar spurningar um málið, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.