Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyskur minnisvarði reisast í Bretlandi

Føroyar fara at reisa sín egna minnisvarða í tjóðarminnislundini hjá Bretlandi og teimum sameindu.

Minnisvarðin verður til heiðurs fyri mongu føroyingarnar, ið lótu lív á sjónum undir seinna veraldarbardaga.

Føroyski minnisvarðin verður reistur í Lichfield Remembrances Garden Memorial, ið er tjóðarminnislundin í Bretlandi.

Løgmaður hevur í dag lagt ein minniskrans við minnislundina í Lichfield, har umboð fyri bretska kongshúsið hvørt ár vísa sína samkenslu og minnast tey, sum lótu lív á sjónum.

- Nógvir føroyingar sjólótust undir seinna veraldarbardaga. Teirra dirvi og áræði mugu vit ongantíð gloyma.

Føroyski minnisvarðin skal vera ein heiður um tey mongu, ið fóru við at sigla vandasjógv, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Avtala er fingin í lag um, at ein føroyskur minnisvarði verður gjørdur.

Eftir ætlan verður minnisvarðin reistur komandi ár.

- Tað hevur týdning sum siglandi tjóð, at vit hava minnisvarðar, sum varpa ljós á vandarnar og tungu byrðarnar, sum okkara sjófólk livdu undir og tíverri eisini lótu lív av. Tjóðarminnislund Bretlands er ein sera vøkur og stór lund, sum við sínum vakurleika myndar øll tey, sum lótu lív á bæði sjógvi og landi, vísir løgmaður á.