Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyskur kjógvi er funnin í Uruguai

25. april 2012 Ein kjógvi við ringi á bleiv fyri stuttum funnin á La Barra strondina við Maldonado í Uruguai. Nummarið á ringinum segði okkum, at hesin kjógvin var ringmerktur í 15. juni í 2004 á Akrabergi í Suðuroy. Henda fráboðan, sum er 11.570 km frá merkingarstaðnum, er fyrsta fráboðan úr Suðuramerika og er fjarðasta fráboðan av kjógva merktur í Føroyum.

”Ved hjælp af ringmærkning af fugle, er det nu dokumenteret at almindelige kjover fra Færøerne kan trække til det sydlige Sydamerika” sigur lívfrøðingur Jesper Johannes Madsen frá Ringmerkingarsentralinum á Statens Naturhistoriske Museum. ”Netop nu er vi sammen med kollegaer på Naturhistoriske Museum i Tórshavn og med støtte fra Aage V. Jensens Fonde, ved at lægge sidste hånd på analyser af knap 100 års ringmærkning af fugle på Færøerne. Analyserne viser bl.a. at almindelig kjove fra Færøerne, sandsynligvis overvintrer i det sydlige Atlanterhavet, primært udfor Afrikas kyster, endda helt til Sydafrika. Vi har dog her at gøre med en art, som lever det meste af sit liv til havs. Det betyder at det er sjældent at ringmærkede fugle genfindes. Derfor er det aktuelle fund i Uruguai af stor interesse på flere måder. Det nye fund i Uruguai, antyder at færøske almindelige kjover overvintrer i en betydelig større del af det sydlige Atlanterhav end først antaget " sigur Jesper Johannes Madsen.

Ongin kjógvi úr Norðuratlantisku londunum er fráboðaður so sunnaliga, sum hesin føroyski kjógvin.

Í 2004 reiðraðist hesin kjógvin í haganum norðanfyri Akraberg í einum bøli við áleið 30 pørum. Bæði tann ringmerkti og makin vóru av tí myrka slagnum, og tvey egg, sum vanligt er, vóru at finna í teirra reiðri. Kjógvin varð ringmerktur av dananum Willy Mardal, sum sjálvboði hevur ringmerkt fugl í Føroyum í fleiri ár. Næstan átta ár eftir at kjógvin var ringmerktur varð hann funnin deyður 15. mars 2012 á einari strond við býin La Barre. Finnarin æt Mariano Ponte og fráboðaði beinleiðis til ringmerkingarsentralin í Keypmannahavn, við staði og mynd av ringinum.

Hvussu fráboðar tú ein ringmerktan fugl?

Um tú hevur sæð ella fingið fatur á ringmerktum fugli, vilja vit fegin frætta frá tær. Tú kanst venda tær til Náttúrugripasavnið á telefon 34 05 00, teldupost: ngs@savn.fo ella til Jens-Kjeld Jensen á telefon 32 70 64, teldupost: nolsoy@gmail.com