Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyskur høvundur givin út í Írlandi

Tíðindaskriv:

Ifreann – savn eftir Agnar Artúvertin

Hetta savn, ið telur 59 yrkingar og 3 stuttsøgur, er fyrsta roynd Agnars at sláa ígjøgnum uttan fyri landoddarnar, men tó ikki so langt burturi, at tað bilar nakað

Tað er írska skaldið Gabriel Rosenstock, ið hevur týtt Agnar til írskt-gæliskt, ið er mál, ið 1,7 miljónir fólk duga, og sum 77.000 fólk tosa til dagligt Permuna hevur dugnaliga egyptski listarmaðurin Mohsin Shafi greitt úr hondum

Savnið Ifreann hevur fingið góð skoðsmál frá bókmentafrøðingum og yrkjarum í Írlandi. Sagt verður millum annað:

”…Tó er bókin á tremur við sorg og einsemi, pínu og harmi, men eisini er ein kensla av útloysn, sum lesarin kann njóta, eins væl og nógv stuttligt er. Tøgnin í hesum savni er full av ’teirri poetisku tøgnini’…”

- Pádraic Breathnach

”Hesi verk vórðu upprunaliga skrivað á føroyskum, sprottin í angist-plágaða sinni Agnars – manninum, ið skapar gotiskar og gátuførar yrkingar og søgur, har ið angoisse bólar við tí erotiska. Hann spottar heimin og móðir hans og faðir hans og konu og alt annað, sum hann í sínum hugans grótbroti velur at meitla út og geva form”

- Pádraig Ó Cíobháin** “Stívrent álvara loðar uppi við yrkingarnar. Ein sleppur ikki av við minnið um tær, og tey festa rót í lesaranum”

- Aifric Mac Aodha

Savnið Ifreann er 82 síður, kostar €7,50 og fæst til keyps í bókhandlum í Dublin. Eisini kann tað útvegast við at skriva til: agnarster@gmail.com , og fæst tað tá fyri 80 kr + porto