Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Torben t.v., Ian, Edvard t.h.

Føroyskur handil í Stóra Bretlandi

Leygardagin 13. oktober lat upp føroyskur handil í "The Heart of the Country", mitt í Onglandi.

Staði liggur í Lichfield, beint norðanfyri Birmingham. Handilin, sum eitur Faroe Born, hevur lagt seg eftir at selja sermerktar føroyskt framleiddar vørur og føroyskt snið til tann bretska marknaðin.

Nøkur av umboðaðu føroysku merkjunum, sum handilin selur eru; Sirri, Mikkalina Glas og Soul Made. Umframt hesi merki fevur Faroe Born eisini okkurt smávegis frá Heimavirkinum í Nólsoy og aðrastaðnis. Á hendan hátt gevur Faroe Born føroyskum fyritøkum ein serstakan sýnisglugga mitt í Bretlandi. Handilin heldur til í The Heart of the Country Shopping Village, sum er ein fyrrverandi garður, ið er gjørdur um til eina sølumiðstøð við forkunnugum handlum.

Handilin er eitt føroyskt hugtak, uppstaðið í Føroyum, í samstarvi við Ian Bourne úr Lichfield, sum er dagligur leiðari av Faroe Born. Tá hugtakið um handilin av fyrstan tíð uppstóð, var tað sera væl móttikið í Onglandi og tí bleiv avgjørt at seta handilin á stovn. Tað, at flestu vørunar ikki verða hópframleiddar er ein styrki fyri merkini, við tað at vørurnar eru eksklusivar.

Handilin selur eisini vørur frá lokalu fyritøkuni Arthur Price, sum eitt nú framleiðir borðbúnað til serstøk høvi hjá bretska kongahúsinum. Artur Price framleiddi eisini borðbúnaðin til tríggjar av matstovunum umborð á heimskenda ferðamannaskipinum RMS Titanic.

Tann almenna skráin fyri upplatingini av Faroe Born byrjaði fríggjadagin 12. oktober í minnisviðarlundini í Alrewas (National Memorial Arboretum) , tá Harpreet Jutlla, leiðari av minnisviðarlundini bjóðaði vælkomin til føroyska sendimannin í Bretlandi, Jóannes V. Hansen, varaborgarstjóran í Lichfield, David Leytham og tveir av eigarunum av Faroe Born, Ian Bourne og Torben V. Nielsen. National Memorial Arboretum er ein hin kendasta minnisviðarlundin í Bretlandi við hópin av ymiskum minnisvarðum. Ein av teimum, ið plagar at vitja minnisviðarlundina er Elizabeth droting II.

Eftir vælkomuna legði Jóannes V. Hansen og David Leytham,krans fyri at minnast teir føroyingarnar, ið lótu lív undir øðrum veraldarbardaga.

Leygardagin var handilin Faroe Bourn so alment latin upp. Dagligi leiðarin av handlinum, Ian Bourne, greiðir frá upprunanum til hugskotið. Jóannes V. Hansen heldur røðu og klippir bandið til handilin. Eftir hetta helt varaborgarstjórin í Lichfield, David Leytham,   eina røðu og fjølmiðlar úr øllum Bretlandi høvdu høvi at taka myndir og tosa við partarnar í hesum nýggja og slóðbrótandi samstarvi.