Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroysku ungdómslandsliðini í hondbólti á sera høgum støði

Hóast U18 og U16 landsliðini hjá monnum í hondbólti ikki rukku finalurnar, so hava tey spælt fult upp við bestu hondbóltsleikarar í heiminum

Bæði U18 og U16 mansliðini hava staðið seg framúr væl í heimsins størstu hondbóltskapping, Partille-Cup í Svøríki. Fram móti finalunum hava liðini í dag leikt sonevndar “alt ella onki dystir”, har tú verður útsligin, um tú ikki vinnur.

U18 menninir leiktu javnleik seinasta dystin móti einum sterkum svenskum liði. Dysturin skuldi tá avgerast við, at tað liðið, sum fyrst skorar, sleppur víðari. Føroyar taptu lutakastið um at fáa fyrsta álop, og hinir skoraðu. So talan var bert um svart óhepni.

U16 dreingirnir taptu ongan dyst í innleiðandi bólkaspælinum, og spældu m.a. javnleik móti tí liðnum, sum roknað verður við hevur bestu møguleikar at vinna kappingina. Føroyar fingu sama stigatal sum hetta liðið í bólkaspælinum, og bert málmunur gjørdi av, at Føroyar komu at møta einum øðrum av sterkastu liðunum í avgerandi dysti um at sleppa víðari fram til seinastu finalurnar. Føroyar spældu fult upp við tað sterka svenska liðið í avgerandi dystinum og taptu bert tepurt.

Venjarar úr fleiri londum hava havt á orði, at teir eru ovfarnir av støðinum hjá føroysku leikarunum, og av at Føroyar við nógv minni fólkatali kann standa seg móti ungdómi úr stórfeløgum úr Evropa.

Venjararnir, Sámal Jákup Djurhuus, Anna Dam og Gunnar Djurhuus, eru sera væl nøgd við avrikini hjá ungdómslandsliðunum:

“Vit hava tikið lut í heimsins størstu hondbóltskapping, og okkara leikarar hava leikt ímóti nógvum av bestu hondbóltsleikarum í heiminum. Í ongum dystum ella pørtum av spælinum hava føroysku leikararnir staðið nakað aftanfyri mótstøðuliðini. Vit hava í landsliðsvenjingini alt árið lagt dent á at menna skjótleika, kropsstyrki, smidleika og spælskipan. Tað hevur givið úrslit. Verjuspælið og málmansavrikini hava verið sera sannførandi, og tað er ein av lyklunum til at fáa føroyskan hondbólt ájavnan við tey bestu.

Okkara leikarar eru ikki vanir við at leika avgerandi dystir á hesum støðinum. Og júst royndirnar av at leika undir trýsti var kanska einasti munurin millum okkum og hini liðini. Harafturat skulu vit leggja enn størri dent á skjótleika og smidleika til tess at røkka teimum allarbestu liðunum. At taka lut í hesi kappingini er eitt frálíkt grundarlag hjá okkara spælarum at mennast og at vinna sær royndir av at leika á altjóða støði. So vit mæla staðiliga til at ungdómslandsliðini halda fram við somu miðvísu venjing og at taka lut í kappingum av hesum slag. Tað kann menna føroyskan hondbólt í stórum stigum.”

Tíðindaskriv úr Gøteborg 6. juli 2012

Tekstur: Høgni Hoydalmyndir Hannis P. Wardum