Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FØROYSKT VIRKI Í LITAVA Á VITJAN

Ársins virki í Litava fýra ferð. Virkið er Plunges Saltis, sum Jóannes M. Hansen av Argjum við felag sínum Manage Ltd. eigur og stjórnar.

Hann var í dag á gátt hjá borgarstjóranum Heðini Mortensen saman við fíggjarstjóranum Justinas Simkus og framleiðslustjóranum, Asta Grumliene, sum vitja í Føroyum í hesum døgum.
 
Plunges Saltis er flakavirki, ið framleiðir og pakkar frystan fisk. Virkið keypir ikki rávøru sjálvt, men framleiðir fyri onnur, fyrst og fremst til bretska, týska og franska marknaðin.
 
Fyritøkan er í stórum vøkstri. Umleið 250 fólk starvast á Plunges Saltis, sum tí er eitt av stóru arbeiðsplássinum í býnum Plunge og týdningarmikið inntøkugrundarlag fyri býin. Plunge er býur á stødd við Havnina.
 
Hetta hevur býurin eisini viðurkent. Jóannes M. Hansen bar í hesum sambandi borgarstjóranum Heðini Mortensen eina heilsu frá Autrius Klisionis, borgarstjóra í Plunge.
 
Heðin Mortensen fegnaðist um vitjanina, og at tað gongst føroyskari fyritøku í Litava so væl. Við sær aftur til Litava fekk Jóannes M. Hansen gávu at handa borgarstjóranum í Plunge.