Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyskt vinnulív skal slóða fyri vøkstri

Vinnuhúsið: Tað er føroyskt vinnulív, sum skal slóða fyri vøkstri og menning av føroyska samfelagnum, og tað átti tískil at verið eitt felags mál hjá øllum politiskum flokkum at virka fyri betri karmum fyri vinnulívið. Tað er nakað, sum vit øll eiga at standa saman um.

Fagkunnleikin sigur okkum somikið, at betri ein búskapur er til at broyta vinnugreinar, byrja nýggjar fyritøkur og niðurleggja gamlar, umbýta arbeiðsfjøldina og endurnýggja størv, jú størri vil vælstandurin í einum samfelag verða. Kapping er avgerandi fyri størri framleidni og hervið størri búskaparvøkstur.

Fagkunnleikin sigur eisini, at 70 % av vøkstrinum í framleidni (produktiviteti) í einum samfelag, stavar frá privatum fyritøkum. Tað er tí ikki fyri stuttleikar, at Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at tað er føroyskt vinnulív, ið skal slóða fyri búskaparvøkstri í føroyska samfelagnum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí, at politiska skipanin eigur at leggja størri orku í at gera betri karmar fyri føroyskt vinnulív. Í nýggja bóklinginum “Koyrið so á motorin” hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag fleiri uppskot til tiltøk at betra hesar karmar og at styrkja kappingina.

Uppskot til tiltøk:

* Lækka skatt á lønarinntøku, skattur á síðst tjentu krónu má lækkast munandi Avtaka stuðulsskipanir til arbeiðsmegina í fiskivinnu, tá hesar eru avlagandi fyri kappingina um arbeiðsmegina

* Seta ein innkeyps- og útboðspolitikk fyri tað almenna í gildi beinanvegin. Við kapping tryggja vit, at vit fáa meiri fyri skattakrónurnar, og vinnulívið verður styrkt

* Styrkja Kappingareftirlitið fyri at gera nakað við høga prísstøði í Føroyum. Kappingareftirlitið skal virka sum eitt mono- og duopoleftirlit

* At veita øllum vinnugreinum eins treytir, tá gjøld verða ásett** Almenni myndugleikin ásetur greiðar reglur fyri, hvussu tað almenna ásetur gjøld fyri tænastur og eftirlit

* Tryggja at kapping er á jøvnum føti mótvegis útlandinum** Leggja størri dent á marknaðarmøguleikar hjá føroyskari útflutningsvinnu

* Fleiri dupultskattaavtalur

* Seta krøv til avkast ella til virksemi hjá almennum partafeløgum og almennum grunnum. Lóggáva av týdningi fyri vinnulív má vera greið og dagførast

* TAKS fær skyldu til at veita bindandi tilsøgn um umsiting av skatt- og avgjaldslóggávuni

* Eftirlitsmyndugleikar fáa skyldu til at veita bindandi ráðgeving