Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyskt tónleikalív á klettagrund

Í nýggjasta Ráðgevarablaðnum, sum kom út beint fyri jól er grein um nýggja musikkskúlan.
 
Fríggjadagin 16. august tustu hundraðtals fólk út á Landavegin í Havn at síggja nýggja bygningin hjá Tórshavnar Musikkskúla, sum ímyndar ein klovnan klett, ið loysir seg frá kubistisku útsjóndini, ið bygningar vanliga hava.
 
Arkitektafyritøkan Kontrast hevur teknað bygningin, sum við myndum og teksti verður umrøddur í nýggjastu útgávuni av tíðarritinum, Føroysk Ráðgeving, sum Ráðgevarafelagið gevur út.
 
Inni í nýggja skúlanum eru fyrsta floks umstøður til frálæru og konsertir. Tann lítli kletturin er ein orkesturhøll, sum er uppkallað eftir Ólavi Hátún. Ein glasgongd bindur høvuðsbygningin saman við orkesturhøllini.
 
Tann stóri kletturin er sjálvur skúlin. Í mongu frálæruhølunum eru klaver og talgildir stórskíggjar til undirvísingina. Hølir eru eisini til umsiting, framførslur og felagsvenjingar, og kafé er niðast.
 
Nógvar trappur eru í skúlanum, og trappuskipanin skapar eitt frítt og livandi ferðamynstur. Tær nýtist ikki at fara sama veg, sum tú komst, tí ymsir eru vegirnir at fara í bygninginum.
 
Eitt eyðkenni við skúlanum er vindeygasetingin. Hon ímyndar tann soppavøkstur, sum vanliga er á klettum, og vindeyguni krúpa eisini upp á tekjuna. Útveggirnir eru klæddir við skifer. 
 
Musikkskúlin hevur verið á kommunalum hondum í Havn síðan 1985, og í skúlanum eru nú fleiri enn 40 lærarar og nærum 1.000 næmingar. At nýggi bygningurin hevur sín tilverurætt, er tí eyðsýnt.
 
Tónleikur hevur altíð havt sítt serstaka pláss í Havn – upprunaliga sum frítíðarítriv. Mestsum glataðir vóru tátíðarinnar spælimenn á trappunum úti á Reyni, helt William Heinesen. Nú eru umstøðurnar munandi betri.
 
Um skúlan
Byggiharri:                 Tórshavnar kommuna
Arkitektar:                  Kontrast
Berandi verkfrøði:      HMP Consult
HVS og kloakk:          SMJ
El-innleggingar:          LBF
Akustikkur:                 Steingrund Akustik
Høvuðsarbeiðst.:       Húsavarðartænastan
Byggitíðarskeið:         Mai 2017-august 2019