Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FØROYSKT SUMMAR Í TÝSKLANDI

Tvær framsýningar við føroyskari list í Flensburg í Týsklandi í summar.

Stór framsýning við føroyskari samtíðarlist verður á listasavninum Museumsberg í Flensburg frá 23. juni til 20. oktober

Tað er stjórin á Museumsberg og Dr. í listfrøði Michael Fuhr, sum hevur kuraterað framsýningina.
Hann var í Føroyum eina viku í september í fjør og vitjaði atelier hjá nógvum listafólkum, Steinprent og Listasavn Føroya og valdi  listafólk og listaverk.

Endin var, at hann bjóðaði hesum 8 listafólkunum at vera við:

Annie Heinesen
Annika á Lofti
Astri Luihn
Brandur Patursson
Ingi Joensen
Jóna Rasmussen
Randi Samsonsen
Tróndur Patursson

Summi av listafólkunum eru boðin at hava eitt stórt verk við, meðan Astri Luihn, Ingi Joensen, Jóna Rasmussen og Tróndur Patursson hava fingið hvør sín sal at sýna listaverkini í.

Samtíðarlistin úr Føroyum á Museumsberg í summar rúmar heilt ymiskar stílartir og listaúttrykk so sum videoprojeksjónir, foto, málningar, træskurðar, grafikk og rúminstallasjónir.

Tað er eitt veldigt herðaklapp til føroyska samtíðarlist, at eitt so stórt og viktigt listasavn sum Museumsberg í Flensburg vísir so mong verk av fleiri av okkara bestu listafólkum alla summarsesongina.
Flensburg liggur sera vakurt við fjørðin og hevur nógv vitjandi um summarið.

Flensburg Sjófartsmuseum vísir samtundis bæði eldri og nýggjari føroyska list við motivum úr sjómannslívinum, sum er lánt frá m.a. Listasavni Føroya. Her hevur stjórin á Flensburger Schifffahrtsmuseum kuraterað.

Tilsaman 10 listafólk eru við á báðum hesum framsýningum.

Faktaboks:
Museumsberg Flensburg
Letur upp 23. juni kl. 11.30.
Endar 20. oktober 2019.
www.museumsberg-flensburg.de
https://www.museumsberg-flensburg.de/da/ausstellungenleser-67/faeroernes-kunst.html

Listafólkini eru:
Annie Heinesen, Annika á Lofti,
Astri Luihn, Brandur Patursson,
Ingi Joensen, Jóna Rasmussen,
Randi Samsonsen, Tróndur Patursson.

Faktaboks:
Flensburger Schifffahrtsmuseum
Letur upp 30. juni kl. 11.30.
Endar 20. oktober 2019.
www.museen-flensburg.de

Listafólkini eru:
Edward Fuglø, Ingi Joensen,
Jóna Rasmussen, Sámal J. Mikines,
Tróndur Patursson.