Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyskt merkt havtaska svam meiri enn 1 ¾ ár við goymslumerki

Ongin havtaska við goymslumerki er afturíafturkomin eftir so langa tíð áður, so vítt vit á Havstovuni vita um. So illveðursdagurin 18. januar 2012 gjørdist ein sólskinsdagur, tá ein av manningini á Fiskakletti kom inn á Havstovuna við havtaskuni.

Goymslumerkið hevur loggað tíð, dýpi og hita í 618 dagar, frá tí at havtaskan varð fiskað og merkt 7. mai 2010 norðan fyri Føroyar, og til hon varð fiskað aftur 15. januar 2012 norðan fyri Skeivabanka. Havtaskan var 81 cm, tá hon varð merkt, og 97 cm, nú hon varð afturfiskað.

Seinastu 3 árini hevur Havstovan merkt 55 havtaskur við goymslumerkjum, og 12 eru afturíafturkomnar (21,8%). 7 teirra hava loggað í meira enn eitt hálvt ár, og felags fyri allar er, at tær eru størri enn 70 cm í longd og ferðast eftir árstíðini. Um summarið eru tær grunt (<200 m), og um veturin djúpt (>200-510 m). Hitin varierar rættiliga nógv, tá tær eru djúpt. Úr umleið 8 ºC niður í 0,25 ºC. Hypotesan er, at havtaskan ferðast til gýtingarøkir um veturin.

Enn svimja fleiri merktar havtaskur kring Føroyar. Og tí tekur Havstovan fegin ímóti, um onkur er so heppin at fáa eina. Vit lata finningarløn og lutaseðlar, har árligi vinningurin er 12.500 kr. Best er um vit kunnu keypa fiskin við merkinum, og harafturat fáa upplýsingar um fiskidato, positión og dýpi.

Umframt havtasku hevur Havstovan merkt fleiri onnur fiskasløg, eitt nú tosk, kalva og svartkalva tey seinasti árini. Havstovan ynskir at takka øllum, sum eru so beinasom at lata okkum merktan fisk.