Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroysk-íslendsk vinnuráðstevna í Reykjavík 22 – 24. mars

Í hesum døgum taka 18 føroyskar fyritøkur lut á ráðstevnu í Reykjavík. Endamálið er at vekja ans fyri føroyskum vørum og tænastum í Íslandi, og geva føroyskum fyritøkum høvi at kanna møguleikar at fáa fótin fastan á íslendska marknaðinum.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, setti ráðstevnuna í morgun saman við Jóni Gunnarsyni, íslendska samferðslu- og kommunumálaráðharranum.

Í røðu síni vísti Poul Michelsen á søguliga samstarvið, sum hevur verið millum Føroyar og Ísland, eisini eftir at Hoyvíkssáttmálin varð settur í gildi fyri 10 árum síðan.

Samstarvið millum londini er alsamt víðkað gjøgnum árini, og hevur flutt seg inn á nógv onnur øki – til dømis mentan, ítrótt, skúla - og eisini á politiskt stig. 

”Hetta til stóra gleði fyri borgarar í báðum londunum,” segði Poul Michelsen.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum segði seg vóna, at ráðstevnan kann eggja til enn meira og enn javnari vinnulívssamstarv millum Føroyar og Ísland.

”Tí vóni eg, at tit – føroyingar og íslendingar – nýta høvið at síggja teir mongu møguleikar, sum liggja í at tvey lond, sum eru grannar og hava so mangt í felag, kunnu økja og styrkja samstarvið.”

Skráin annars
Umframt sjálva ráðstenvuna skal føroyska ferðalagið eisini vitja Matis, ið mennir og granskar mat og biotøkni í Íslandi. Sendistovan í Reykjavík verður eisini karmur um eitt kunnandi tiltak til vinnulívið; og íslendska Uttanríkisráðið hevur boðið luttakarunum til móttøku í Sjávarklasanum, ið samskipar virksemið í fiskivinnuni í Íslandi.

Føroyska ferðaliðið kemur aftur fríggjamorgunin.