Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Joan Kristina í Jákupstovu og Johan Gaardbo, bæði uttast til vinstru

Føroyskir ungdómar við í NOVU 2012 á Akureyri

Í døgunum 2-9 Juli var Akureyri í Íslandi karmur um NOVU 2012. Har møttust umleið 100 ungdómar í aldrinum 16 til 20 ár, úr Noregi, Svøríki, Íslandi, Danmark, Finlandi, Grønlandi og Føroyum.

Akureyri, sum í ár heldur 150 ára jubileum sum kommuna, hevði valt at vera vertur fyri NOVU 2012. Grundað á samskifti á vinnuøkinum millum Toftir og Akureyri, var kommunan boðin at senda tveir ungdómar at luttaka fyri Føroyar.

Herfrá luttóku Jóhan Gaardbo og Joan Kristina í Jákupsstovu.

Tey bæði vóru sera fegin um túrin, og at NOVU 2012 var ein sera spennandi og lærurík uppliving, har tey fingu nógv nýggj vinfólk og har tey upplivdu nógv spennandi.

Tilmeldast kundi til tríggir ymiskar workshops, kallaðar Performance Group, Sailing Group og Media Group.

Í Performance Group, sum var tann mest umráðandi bólkurin, arbeiddu tey við dansi, tónleiki, sangi og ymiskum øðrum, og hettar skuldi setast saman til eina stóra framsýning síðsta kvøldið

Í Sailing Group lærdu tey, sum navnið sigur, at sigla við seglbátum, róðrarbátum og ymiskum øðrum sløgum at bátum. Ein av døgunum fóru tey út at sigla og hyggja eftir hvalum, og har vóru tey rættiliga heldig og endaðu við at síggja eina kúlubøku, ið svam einans tveir metrar frá bátinum

Tey í Media Group tóku myndir og film av tiltøkunum, og høvdi til uppgávu at gera ein dokumentarfilm um NOVU 2012. Filmurin kann síggjast á

http://tvphonic.is/?p=352

(trýst ctrl og klikk á leinkið)

Næsta ár verður NOVU 2013 í Noregi.