
Føroyskir fótbóltsfjepparar bresta saman
Chelsea og Arsenal bresta saman á Stamford Bridge kl. 12.45 í dag í slagnum um London. Men eisini í Havn fer stórdysturin at seta sín dám á dagin.
Valstríðið og politiskar dagsskráir verða lagdar til viks í einar tveir tímar, tá føroysku fjepparafeløgini Chelsea FC Føroyar og Arsenal Føroyar skipa fyri felags tiltaki á Café Natúr í Havn.
Heitt verður á allar Chelsea- og Arsenalfjepparar um at koma ílatin litirnar hjá feløgunum og í góðum lag, og sostatt vera við til at skapa rætta fótbóltstemningin.