Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyski brúkarin á Harrans mark

Kanningar vísa nú - eins og kanningar áður hava víst - at føroysku vøruprísirnir, samanlíkna við vøruprísirnir í Danmørk, eru himmalhøgir.

Siga vit, at vit hava uml. 10 tús. húski í Føroyum , og at hvørt húski keypir fyri í meðal kr. 1500 - kr. 1800 um vikuna ella fyri 80 – 90.000 kr. um árið. So hevði kostnaðurin í Danmark fyri somu vørur verið uml. kr. 18.000 – kr. 20.000 minni.

Og at fáa 18.000 – 20.000 skattafríar kr. í hondina um árið svarar til eini 9 – 11 % í lønarhækkan alt eftir støddini av árslønini. Ein tílíkur lønarvøkstur hevði komið sera væl við, einamest hjá teimum lágløntu.

Samlaði meirkostnaðurin íalt fyri somu vørur fyri føroysku brúkararnar um árið er sostatt 18 – 20.000 kr. x 10 tús. húski = 180 - 200 mill. kr.

Er veruliga ongin brúkaraverja á hesum øki, ella er tað myndugleikanna meining, at vanligi brúkarin bert skal finna seg í at verða verðandi á Harrans mark?

Dagfinnur Danbjørg.