Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyski arbeiðsmarknaðurin er væl skipaður

Kanning frá 13 fakfeløgum um arbeiðsmarknaðin vísir, at viðurskiftini sum heild eru í lagi.
 
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at høvuðsniðurstøðan í frágreiðingini, sum 13 fakfeløg hava latið gjørt um tað, tey kalla “óskipað viðurskifti í føroyska arbeiðsmarknaðinum”, júst er, at viðurskiftini eru meira skipað, enn søgur annars vilja vera við.
 
Á sáttmálaøkinum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag varar av, er einki serligt at finnast at, og hetta hevur eisini verið okkara greiða fatan.
 
Í frágreiðingini verður hetta vent til at vera í lagi “á pappírinum”, og so verður lagt upp til, at allir útlendingar fáa løn sum arbeiðarar heldur enn handverkarar. Og at hetta hendir, tí útlendingalógin er ov mild, og tí at arbeiðsgevarar melda útlendingarnar inn í skeivt fakfelag.
 
Til hetta er at siga, at í mun til fakfelagstilknýti, so er tað sama galdandi fyri útlendingar sum fyri føroyingar: tað er ikki limaskapurin í einum fakfelag, sum avger, hvørja løn viðkomandi fær. Tað, sum avger, hvørja løn ein løntakari skal hava, er innihaldið í starvinum og útbúgvingin hjá viðkomandi. At ein løntakari er limur í ávísum fakfelag, eigur tí ikki at ávirka lønina.
 
Nakað annað er, at ikki allar útlendskar handverkaraútbúgvingar verða góðkendar sum handverkaraútbúgvingar eftir virkandi skipan, og tí skal hesin parturin í frágreiðingini eisini takast við einum gran av salti.
 
Um okkurt er at fýlast á onkustaðni,  skulu vit hava vælvirkandi skipanir, ið kunnu taka sær av hesum. Á lønar- og sáttmálaøkinum eru tað fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg, sum eiga hesa uppgávu, og hesir partar hava vanliga eitt gott samstarv, tá avbjóðingar eru m.a. í mun til brot á sáttmálar. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki fingið nakað mál inn, um at útlendingar verða skeivt løntir.
 
Tað er týdningarmikið, at ikki øll leypa á leistum og gera skeivar útleggingar av kanningini. Tí samanumtikið vísir kanningin júst, at tað er skil á føroyska arbeiðsmarknaðinum – bæði tá tað kemur til útlendingar og hotel- og matstovuvinnuna.