Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyskar fyritøkur væl nøgdar við oljumessu

Sverri Egholm --- 12.09.2011 - 11:55

Oljumessan Offshore Europe 2011 varð hildin í Aberdeen í døgunum 6. – 8. september. 12 føroyskar fyritøkur luttóku á framsýningini, umframt almennir myndugleikar, Vinnuhúsið og áhugafelagið hjá oljufeløgunum, FOIB skrivar Uttanríkisráðið á síni heimasíðu. 

Føroysku fyritøkurnar luttóku, eins og undanfarin ár, við einum felags landabási, fyriskipað av Uttanríkisráðnum í samstarvi við Vinnuhúsið. Básurin lá væl fyri og nógv fólk vitjaðu hann. Offshore Europe er framsýning fyri undirveitarar til oljuídnaðin. Endamálið er at lata partar í vinnuni hittast, endurnýggja avtalur og sáttmálar og skapa nýggj sambond. At Føroyar er eitt áhugavert land í frálanda og oljuvinnu høpi, sást aftur á messuni í ár. 

Stórur áhugi er fyri føroyskari frálanda- og oljuvinnu og fleiri sýndu áhuga í at fáa samband við føroyskar fyritøkur. Útlendskir veitarar bjóðaðu somuleiðis fram sínar vørur og tænastur til føroyskar fyritøkur, ið virka í frálanda- og oljuvinnu. Føroysku fyritøkurnar á básinum eru væl nøgdar við framsýningina og hava fingið væl burturúr døgunum í Aberdeen. Tað er greitt, at stórir møguleikar eru í frálanda- og oljuvinnu, og luttøka á slíkum messum gevur føroyskum fyritøkum og myndugleikum ábendingar um, hvussu til ber at fyrireika seg til eina frálandavinnu. 

Samstundis er hetta gott høvi at fáa handilssambond við útheimin. Fyritøkurnar, ið luttóku vóru hesar: Atlantic Airways, Atlantic Petroleum, Atlantic Supply Base, El-service, Faroe Ship, Føroya Tele, PAM Offshore Service (MEST), Runavíkar Havn, Thor, Tórshavnar Havn og Virkisráðgeving. 

Eisini vóru umboð fyri Uttanríkisráðið, Vinnuhúsið, Vinnumálaráðið og FOIB við á básinum.

Kelda: Oljan.fo/Jan Müller