Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyskar fyritøkur á handilsferð í Turkalandi

Í hesum døgum skipar Uttanríkis- & vinnumálaráðið fyri handilsferð í Turkalandi. 
 
Poul Michelsen, landsstýrismaður, og fleiri føroyskar fyritøkur eru í Istanbul, har tey vitja turkiskar fyritøkur og kunna seg um marknaðarviðurskiftini í Turkalandi.
 
Fyritøkurnar eru bæði frá útflutningsvinnuni og innflutningsvinnuni. Innan útflutning eru tað serliga fyritøkur, sum selja upsa og pelagisk fiskasløg, sum eru við á ferðini. Frá innflutningsvinnuni er meira blanda, men tað eru fyritøkur, sum innflyta ymisk amboð og eykalutir.
 
Ferðalagið verður aftur í Føroyum hósdagin 1. mars.
 
Ferðin er komin í lag eftir, at Føroyar fingu handilssáttmála við Turkalandi  í lag í 2017.