Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyskar byggifyritøkur vilja standa á odda fyri tunlum

Føroya Handverksmeistarafelag átalar, at P/f Eystur- og Sandoyartunlar longu hevur gjørt ta niðurstøðu, at føroysk feløg ikki megna at veita neyðugu fíggjarligu trygdina fyri byggiverkætlanini. Tað megna føroyskar fyritøkur væl í einum hóskandi samstarvi.

Tíðindaskriv
Hóast politisku flokkarnir fyri einum ári síðan vóru fullsamdir um, at føroysk vinna skuldi framat at stýra Føroya størstu byggiverkætlan, gongur P/f Eystur- og Sandoyartunlar beint ímóti hesum ynski og er farið til Noregs at leita eftir samstarvsfelaga at standa fyri byggingini.

Føroya Handverksmeistarafelag heldur tað vera óskiljandi, at føroyska byggivinnan ikki so frægt sum sleppur at bjóða upp á arbeiðið, tá almenni útbjóðingarpolitikkurin greitt ásetir, at tað almenna skal bjóða arbeiðir út. ”Við síni fráboðan um, at føroyingar eru ov veikir at standa á odda fyri byggingini, kolldømir tunnilsfelagið føroyskar byggifyritøkur.

Men tær kunnu væl stýra verkætlanini í samstarvi við útlendsk feløg og tann vegin veita neyðugar trygdir. 

Tunnilsfelagið og tað almenna annars skulu halda seg burtur frá at meta um, hvat vinnan er før fyri og ikki. Teirra uppgáva er at skapa forteytir við at skipa fyri útboðum og m.a. tryggja, at útboðini eru á føroyskum máli,” sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag. 

Hann heldur, at hugburðurin hjá P/f Eystur- og Sandoyartunlar er skeivur, tí felagið eigur at syrgja fyri, at føroysk feløg sleppa framat at stýra Føroya størstu byggiverkætlan, so tey í egnum landi kunnu fáa virðismiklar royndir at bjóða seg fram til stórar verkætlanir uttanlands.

”Føroyskir útbjóðarar skulu virka fyri, at føroysk vinna mennir seg og á hendan hátt gerst uppaftur betri før fyri at fara út um landoddarnar. Tá útlendsk feløg stýra verkætlanum her, verða bara smáuppgávur til føroyingar at gera, og tað mennir ongan. Vit krevja, at tunnilsfelagið vísir okkum álit og virkar fyri at geva føroyskari vinnu veruliga ábyrgd,” sigur Magnus Magnussen.