Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyska UNESCO tjóðarnevndin til verka á norðurlendskum fundi í Føroyum

Tíðindaskriv:

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur sett fyrstu føroysku UNESCO tjóðarnevndina, sum telur sjey limir:

Martin Næs, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, aðalskrivari

Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, nevndarformaður

Andras Mortensen, stjóri á Søvnum Landsins

Solby Eliassen, leiðari á programmdeildini hjá Kringvarpi Føroya

Urd Johannesen, varastjóri í Norðurlandahúsinum

Sólvá Jónsdóttir, ráðgevi á Nám

Margretha Jacobsen, fulltrúi í Uttanríkistænastuni

Føroyska UNESCO skrivstovan er skipað í Mentamálaráðnum. Umframt aðalskrivaran Martin Næs, eru Armgarð Weihe, Maria Húsgarð og Kristianna Sjóvará knýttar at føroysku UNESCO skrivstovuni.

Fyrsti fundurin, sum føroyska UNESCO tjóðarnevndin skal luttaka á, verður í Føroyum í døgunum 21.-23. mai 2012. Talan er um fund, har norðurlendsku UNESCO tjóðarnevndirnar og aðalskrivararnir hittast at fyrireika komandi stýrisfund í UNESCO. Fundurin byrjar seinnapartin mánadagin 21. mai 2012. Um kvøldið er Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vertur fyri døgurða í Norðurlandahúsinum.

Dagin eftir tann 22. mai 2012 heldur norðurlendski UNESCO fundurin fram við fýra verkstovum innan ávikavist útbúgving, gransking, mentan og samskifti. Seint seinnapartin fer norðurlendska UNESCO ferðalagið út í Koltur. Tann 23. mai verður tikið samanum fundarvirksemið frá báðum teimum fyrru døgunum og niðurstøður gjørdar.

UNESCO - United Nations Educational, Scientific and Cultural Organization - er ein heimsumfevnandi ST felagsskapur, ið virkar fyri trygd og friði millum heimsins lond við at skipa samstarv innan málsøkini útbúgving, gransking, mentan, samskifti og upplýsing.

Samstarvið í UNESCO snýr seg um at stuðla og granska á nevndu málsøkjum, og málið hjá felagsskapinum er í samstarvi at stimbra førleikar og vitanarkervið hjá limalondunum. Felagsskapurin fór til verka í 1946, og í dag eru 195 limalond og 8 atlimalond. Føroyar fingu atlimaskap í 2009.

Atlimaskapur gevur øll tey somu rættindi sum limaskapur, undantikið atkvøðurætt. Tað er tó sjáldan, at hetta hevur nakran týdning, tí UNESCO samstarvið byggir á, at semja fæst um tey mál, ið verða løgd fyri aðalfundin. UNESCO er skipað við aðalskrivara og stýrisráði við umboðum úr 58 londum og hevur høvuðsskrivstovu í París. Aðalfundurin, har øll limalondini luttaka, er annaðhvørt ár.

Norðurlond hava tætt samstarv í UNESCO, m.a. hava tey skipað seg soleiðis, at tey í felag hava møguleika at fáa eitt umboð í UNESCO stýrisráðið. Árini 2009-2013 er tað Danmark, ið umboðar norðurlond í stýrisráðnum. Norðurlendsku UNESCO tjóðarnevndirnar samstarva eisini í fyrireikingunum til stýrisfundir og aðalfundir.