Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyska íleguverkstovan, AMPLEXA GENETICS, ger testlaboratorium fyri COVID 19 í Nuuk

Føroyska ílegufelagið Amplexa Genetics A/S, sum dagliga er staðsett i Odense, hevur gjørt sáttmalað við Landslæknan í Grønlandi um at seta á stovn testlaboratorium fyri Covid 19 í NUUK. 

Tíðindaskriv:

Covid 19 er brotin út sum ein pandemi og virus er eisini komið til Grønlands. Grønland hevur valt at avmarkað sáttina og tað hevur tí stóran týdning fyri arbeiðið hjá myndugleikunum at íbúgvarnir verða kannaðir. Tað hevur higartil ikki verið møguligt at gjørt Covid 19 kanningar í Grønlandi og tiknu prøvarnir eru tískil sendir av landinum til Statens Serum Institut i Keypmannahavn til útgreining. Nú tiknu prøvarnir vera kannaðir av Amplexa Genetics í Nuuk ger at heilsumyndugleikarnir fáa skjótt kanningar-svar. 

Fyrst í komandi viku sendir Amplexa Genetics testútgerð og manning til Nuuk. Test kapaciteturin vil verða áleið 100 -150 prøvar um dagin við møguleika fyri at økja um hetta. Allir prøvarnir skulu útgreinast í Nuuk, og myndugleikarnir kunnu vænta svar innan 1-2 døgn eftir at Amplexa hevur móttikið prøvan. Tað er landslæknin í Grønlandi , Henrik L Hansen, sum stendur á odda fyri at samskipað verkætlanina. 

Amplexa Genetics er eitt føroyskt ílegufelag við dagliga virksemið sinum í Odense, har felagið hevur specialiserað seg í at gera kliniskar genetiskar kanningar til heilsuøkið. Kanningarnar eru nú eisini vendar móti korona og Covid-19, og eftir samráðingar við grønlendsku myndugleikarnar hevur verkstovan fingið uppgávuna at staðseta starvstsovu og gera ílegukanningarnar i Nuuk.  

“Korona sáttin hevur breitt seg um allan heimin og hevur havt stórar avleiðingar fyri samfeløgini. Vit vilja gjarna deila okkara servitan og síggja framm til at loysa uppgávuna i Grønlandi. Vit eru fegin um at kunna hjálpa mynduleikunum við analysum, so at teir kunnu takað røttu avgerðirnar fyri at niðurberja hesa sáttina” sigur Hans Atli Dahl, tekniskur stjóri á Amplexa Genetics. 
 
Stutt um Amplexa Genetics.

Amplexa Genetics er stovnað í 2006 og er harvið ein av heimsins elstu privatu klinisku ílegu- starvstovunum. 

Servitanin er innanfyri kliniska genetikk og analysurnar verða serliga nýttar i heilsusektorinum til diagnostik og geva møguleika fyri málrættaðari viðgerð, sonevndari “persónlagari viðgerð” (Precision medicin). Felagið veitur eisini fyribyrgjandi kanningar til einstaklingar/familjur. 

Felagið leggur seg eftir at veita kanningarúrslit av høgari góðsku og at miðla hesi torgreiddu úrslitini í lættskiljandi analysurapportum. 

www.amplexa.fo/www.amplexa.com 

AMPLEXA GENTICS A/S  
www.amplexa.com


Confimation letter NUN Greenland.pdf

Føroyska Amplexa Genetics til Grønlands at gera korona kan