Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað eru formenninir í teimum trimum manningarfeløgunum, sum saman mynda FMU (Faroese Maritime Union). Úr vinstru eru tað Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, og Han Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.

Føroyska flaggið – framvegis á svarta lista

Í 2011 megnaði ITF (International Transport Workers’ Federation) at fáa føroyska FAS-flaggið skrásett sum sonevnt hentleikaflagg, FOC (Flag of Convenience) orskað av misnøgd við fleiri av teimum útlendsku skipunum, sum í dag eru undir okkara FAS-skipan.

Tað er ein sera óheppin og lítið ynskilig støða hjá einum landi at vera á hesum FOC-listanum, og føroysk skip, sum til dømis royna at koma inn í frálandavinnuna í øðrum londum, hava havt trupulleikar av hesum.

Tí hevur FMU (Faroese Maritime Union) sum er samstarvsfelagið hjá teimum trimum manningarfeløgunum Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagnum og Føroya Fiskimannafelag tikið upp samráðingar við ITF um at fáa endurskoða avgerðina frá 2011. 
Fyrsti kunnandi fundurin var í Keypmannahavn í gjár, 31. Mars. Lítið spurdist burtur úr tí fundinum, men í FMU hava teir vónir um, at betri úrslit fæst á næsta fundinum, sum verður í London í mai.

ITF hevur høvuðssæti í London, og FMU hevur sett seg í samband við føroyska sendimannin í London fyri at fáa í lag, at umboð fyri ITF eisini verða boðin við til føroyska flaggdagshaldið í London, sum verður hildið 27. apríl, tveir dagar eftir sjálvan flaggdagin.