Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroysk uppsparing tryggjað um Danmark fer upp í bankaunión í ES

Innistandandi hjá føroyingum stendur trygt, sjálvt um Danmark møguliga gerst partur av nýggju bankauniónini í ES - og eftirlitið við føroyskum peningastovnum verður verandi í Keypmannahavn. Hetta hevur danska stjórnin givið tilsøgn um í Fólkatinginum

Undir einum bankapolitiskum orðaskifti í Fólkatinginum seinnapartin í gjár gav danski ráðharrin fyri vinnu og vøkstur, Henrik Sass Larsen, tilsøgn um, at trygdin fyri innistandandi í føroyskum og grønlendskum bankum verður varðveitt, hóast Danmark møguliga velur at gerast partur av bankauniónini hjá ES.

- Eg vil fegin geva ta tilsøgn, at vit lata ikki Føroyar og Grønland standa eftir fyri seg sjálvi. Vit skulu nokk verða har, so man eisini hevur eina ordiliga og virðiliga skipan fyri Føroyar og Grønland - og vit gera hetta í samstarvi við Føroyar og Grønland, segði Henrik Sass Larsen.

Avgerandi týdning

Tilsøgn ráðharrans kom eftir, at fólkatingsmaður Sambandsfloksins, Edmund Joensen, undir orðaskiftinum vildi vita, hvussu stjórnin ætlar at tryggja uppspararar í Føroyum og Grønlandi, um so er, at Danmark velur at fara upp í Bankauniónina hjá ES.

- Henda tilsøgn hevur stóran týdning fyri Føroyar, staðfestir Edmund Joensen.

- Innskjótaratrygdin er heilt avgerandi fyri tann einstaka føroyingin og fyri fyritøkur, sum hava pengar standandi í føroyskum bankum. Tí eri eg fegin um, at føroyingar eisini frameftir kunnu kenna seg tryggar við innskjótaratrygdina - eisini um Danmark fer upp í bankauniónina, sigur hann.

Orsøkin til, at fólkatingsmaðurin vildi hava eina tilsøgn um framhaldandi innskjótaratrygd, er, at Føroyar og Grønland, sum kunnugt, standa uttan fyri ES, meðan Danmark er við í samveldinum og luttekur í europeisku integratiónini á bankaøkinum.

Ikki Frankfurt men Keypmannahavn

Fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum vildi eisini vita, um eftirlitið við føroyskum og grønlendskum bankum frameftir verður framt hjá Fíggjareftirlitinum í Keypmannahavn, ella um Europeiski Meginbankin í Frankfurt er inni í myndini.

Til henda spurning svaraði ráðharrin, at eftirlitið við føroysku bankunum framvegis verður skipað og framt hjá Fíggjareftirlitinum í Keypmannahavn.

- Hetta er ein fyrimunur. Nýggja herda eftirlitið við systemisku føroysku bankunum (SIFI-bankar) verður framt í Keypmannahavn. Fíggjareftirlitið í Keypmannahavn og bankarnir í Føroyum eru von at samstarva, og Fíggjareftirlitið kennir viðurskiftini í Føroyum. Tað er við til at varðveita stabilitet, ið er so neyðugur fyri fíggjarsektorin og samfelagið sum heild, sigur Edmund Joensen.

Í dag er innskjótaratrygdin 750.000 krónur pr. persón pr. peningastovn.

Niðanfyri er ein orðarøtt útskrift av ítøkiligu tilsøgnini frá Henrik Sass Larsen, ráðharra, í Fólkatinginum í gjár:

- Jeg vil godt give det tilsagn, at vi efterlader ikke Færøerne og Grønland til sig selv. Vi skal nok være der, sådan at man også har en ordentlig og anstændig ordning for Færøerne og Grønland, og vi gør det i samarbejde med Færøerne og Grønland, som vi også har gjort det hidtil - og i respekt for, at der selvfølgelig er en helt speciel økonomi også i de pågældende to lande. Så derfor kan man sikre sig det, at vi ikke efterlader nogen her.

Leinkja:

Fakta um verandi innskjótaratrygd í ríkinum