Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroysk Regatta í Odense

18. mai 2013 kl. 14.00, skipar Róðrarfelagið, Sleipnir, fyri Føroyskari Regatta í Odense.

Tíðindaskriv:

Formaðurin í Sleipnir leggur út við at ynskja stevnugestunum vælkomnum og síðani verður stevnan sett av Carsten Utzon (formaður í Odense Roklub).

Kappróðurin byrjar kl. 14.30 og medalju- og steypahandanin verður kl 17.00.

Søla av ymiskum mati og drekkivørðum verður í Odense Roklub.

Eisini verður lutaseðlasøla, har ið møguleiki er fyri at vinna m.a. ferðaseðlar frá Norrønu og Atlantsflog

Kl.19.00

Veistlan byrjar, har borðreitt verður við buffet og barrin verður full við ymiskum góðum at sløkkja tostan við.

Felagsangur verður eisini undir borðhaldinum.

Aftaná borðhaldið verður dansa frá borðinum og vit fara uppá gólv.

Kl. 23.00

Uni Debes & The Tomcats spæla til dans.

Kl. 5.00 endar tiltakið og vit takka fyri okkum.

Tiltaki er bæði fyri róðrarfólk og øðrum ið hava áhuga.

Tilmelding og annað sæst á heimasíðu okkara: www.sleipnir.dk

Vinarliga

Nevndin