Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroysk ráðgeving á fimta sinni

Aftur í ár gevur Ráðgevarafelagið, sum er felagið hjá ráðgevandi arkitekta-, verkfrøðinga- og byggifrøðifyritøkunum í føroysku byggivinnuni, blaðið “Føroysk Ráðgeving” út. Blaðið er 36 síður til longdar. 

Í ritinum eru m.a. greinar um meirvirðið, sum arkitekturur gevur, um skúlarnir, sum eru bygdir seinastu árini, um týdningin av at ljóðviðurskiftini verða tikin við frá byrjan, umframt býarplanlegging, sum er sera týdningarmikið og viðkomandi evnið nú kommunuvalið nærkast. 

Eisini er í blaðnum ein grein um hagtølini, sum Ráðgevarafelagið heintar inn frá limunum á hvørjum árið, sum m.a. vísir umsetningin hjá vinnugreinini. 

Í mong ár hevur verið kjakast um bústaðarbygging og nú eisini planlegging.  Ráðgevarafelagið er av tí sannføring at byggjast má í samljóð við umhvørvið, fyri at skapa bústaðir til fólki, sum geva teimum, sum har skulu búgva annað og meira enn tak yvir høvdið. Felagsskapur og møguleiki hjá fólki at verða uttandura, eigur eisini at raðfestast. Í hesum sambandi er býarplanlegging eitt amboð at brúka og eigur politiski myndugleikin at leita sær eftir hollum førleika, tá útbyggjast skal. 

Um hetta sigur formaðurin í Ráðgevarafelagnum, Klæmint Eliasen, m.a.:  - Vit eiga at hugsa okkum væl um, hvussu vit útbyggja okkara býir og bygdir, soleiðis at tær bæði uttandura og innandura eru fólkavinarligar, vakrar, funktionellar, umhvørvisvinarligar og rótfestar í okkara uppruna. 

Arkitektarnir Heidi Poulsen og Rúni Abrahamsen frá MAP arkitektum og Selmar Nielsen frá arkitektavirkinum SNA vísa til arkitektakappingina um Stórutjørn, har báðar fyritøkurnar vunnu 1. virðisløn. Til felags hava uppskotini, at dentur verður lagdur á trivnaðin og menniskjuni, sum skulu halda til í bústaðarøkinum, og at útbygt verður skynsamt til frama fyri náttúruna. 

Eyðun Eliasen, stjóri í EYA, vísir í blaðnum á, at góður arkitekturur gevur meirvirði. Dømir sum verða nevnd eru býráðshúsið í Eysturkommunu har til ber at spáka sær niðan á takið at njóta útsýnið, og takið á Skúlanum á Fløtum við gøtu og terassu. 

Fleiri nýggir skúlar eru bygdir seinastu árini kring landið. Vit fáa í hesum blaðnum frá Ráðgevarafelagnum, eina mynd av hvørjir tankar liggja aftanfyri, tá skúlabygningar verða planlagdir.

Seinnu árini er akustikkur vorðin ein týdningarmikil og avgjørt neyðugur partur av eini byggiverkætlan. Jóhannes Steingrund ráðgevi í Steingrund Akustik, vísir á, at verða ljóðviðurskiftini tikin við í ráðgevingartilgongdini, tá bygt verður, er tað til frama fyri starvsfólkið, sum fer at trívast betri og tað verður sloppið undan at koma afturumaftur fyri at loysa trupulleikar. 

Góða gongdin í samfelagnum seinastu árini sæst eisini aftur í ráðgevaravinnuni. Í 2012 veitti vinnugreinin landi, kommunum og tí privata tænastur fyri 81 mió. kr. Í 2019 var hetta talið 190 mió. kr. 

Nýggja ársritið hjá Ráðgevarafelagnum verður sent viðkomandi viðskiftafólkum við postinum og sæst eisini her í teldutøkari útgávu. Grafikmaster hjá Kára við Rættará hevur sett upp og umbrotið, og skrivað og ritstjórnað hevur Óluva Zachariasen, journalistur. 

Komandi vikurnar verða greinar úr blaðnum Føroysk Ráðgeving at finna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum

Leinkja til blaðið