Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroysk postsøga á uppboðssølu í Týsklandi

Posta skrivar, at tey vegna týsku fyritøkuna Heinrich Koehler senda  niðanfyristandandi tíðindaskriv viðvíkjandi uppboðsøluni av savninum hjá Geoffrey Noer. Í savninum eru fleiri týdningarmiklir lutir frá 1751 og til 1948:

Samskifti í Føroyum í eldri tíð
21. mars 2018 verður eitt týdningarmikið og spennandi savn, sum við brævbjálvum skjalprógvar elsta skrivliga samskiftið í Føroyum, selt á uppboðssølu.

Postsøga er eitt frítíðarítriv, sum er væl betur umtókt enn flestu fólk geva sær far um. Tað er eitt ítriv, sum fólk við áhuga fyri samskiftismenningini ella søgu sum heild, eru sera upptikin av. Milliónir av fólki kring knøttin kunnu við hesum ítrivi “ferðast gjøgnum søguna”.

Hetta serstaka savn er savnað av Geoffrey Noer úr Kalifornia, sum eitt skifti búði í Føroyum og gjørdist føroyavinur. Savnið er mett til at hava eitt virði á 5 mió. kr.  og verður selt á uppboðssølu í Wiesbaden í Týsklandi.

Við í savninum hjá Noer er elsta bræv sent úr Føroyum, elsta bræv sent innanoyggja í Føroyum og elsta bræv sent til Føroya.  Savnið skjalprógvar eisini hvussu føroysk posthús fóru at prenta yvir frímerki, tá frímerkjatrot var og hvussu postsambandið var undir øðrum heimsbardaga.

Savnið hjá Geoffrey Noer hevur vunnið størstu atljóða virðislønir í framsýningum og kappingum. Í savninum er ein hópur av lutum, sum hava uppiborið at staðið á einum fornminnissavni.

Uppboðssølan verður fyriskipað av fyritøkuni Heinrich Koehler í Wiesbaden, sum er elsta frímerkja- og postsøguliga uppboðssøla í Týsklandi. (Síðani 1913 hevur fyritøkan skipað fyri 365 uppboðssølum)

Heinrich Koehler hevur eisini givið út bók um hetta serstaka savn. Bókin ber heitið “Faroe Islands – Postal History 1751-1948 – The Geoffrey Noer Collection”. Bókin, sum hevur harða permu,  hevur umframt ævisøguna hjá savnaranum eisini eina kunning um júst hetta savningarøkið. Harafturat eru allir lutir í hesum søguliga savninum avmyndaðir í fullari stødd í bókini. Bókin kostar 69 € (uml. 500,- kr) - pluss 20 € (uml. 150,- kr) í postgjaldi úr Týsklandi. Bókin er størri enn A4.

Meiri kunning fæst á www.heinrich-koehler.de Har kann bókin og eitt ókeypis eintak av uppboðssølukataloginum eisini bíleggjast.