Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vinstrumegin frá eru tað Jógvan Jákupsson, Øssur Winthereig, Ingrid Bjarnastein og Ingolf S. Olsen. Jógvan Hugo Gardar, ið arbeiðir sum fríyrkisjournalistur og er búsettur í Noregi, vantar á myndini. Mynd: Uni Arge

Føroysk Miðlafólk nýggja nevnd

Føroysk Miðlafólk høvdu aðalfund í Handverksdeplinum í Havn leygardagin 15. februar, og nýggj nevnd varð mannað.

Ingrid Bjarnastein varð afturvald til forkvinnu. Hini eru Jógvan Hugo Gardar, Øssur Winthereig, Ingolf S. Olsen og Jógvan Jákupsson. Øssur Wintereig er nývaldur. Allir nevndarlimirnir eru fríyrkisjournalistar. Tiltakslimir eru Sigga Vang, filmsfólk, og Anna V. Ellingsgaard, journalistur í Kringvarpi Føroya.

Nevndin skipar seg á fyrsta nevndarfundinum í næstum.

Á aðalfundinum var millum annað samtykt, at felagið fram eftir í størri mun enn nú skal leggja dent á at styrkja og menna tað journalistfakliga umhvørvið í Føroyum og skipa fyri ymiskum tiltøkum hesum at frama. Eisini var samtykt, at fram eftir skulu limir, ið eru fyltir 67 ár, verða heiðurslimir og tískil sleppa undan at gjalda limagjald.