Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tommy Jacobsen, tryggingarráðgevi hjá LÍV, og Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í Føroyskum Miðlafólkum, skriva undir nýggja tryggingaravtalu.

Føroysk Miðlafólk nýggja avtalu um samlagstrygging

Nýggja nevndin í Føroyskum Miðlafólkum er farin undir miðvíst arbeiði at menna og styrkja fakfelagið fyri tey, sum hava sítt yrki í føroyska miðlaheiminum. 

Sum eitt fyrsta stig hevur felagið skrivað undir eina nýggja, dagførda avtalu um samlagstrygging, galdandi fyri allar limirnar. Við nýggju avtaluni kann Føroysk Miðlafólk bjóða limunum eitt munandi sterkari, fíggjarligt trygdarnet í samband við sjúku ella deyða. Nýggja samlagstryggingin kemur í gildi 1. apríl og avloysir verandi limatrygging.

Føroysk Miðlafólk vil vera snúningsdepilin fyri øll miðlafólk í Føroyum. Næsta stigið verður at seta ferð á fakliga virksemið og annars gera felagið meira sjónligt. 

Føroysk Miðlafólk er í dag limur í norðurlendska, evropeiska og altjóða fakfelagssamstarvinum fyri journalistfeløg, og ætlanin er at uppraðfesta hesar limaskapir. Føroysk Miðlafólk er einasta felag, sum kann skriva út pressukort í Føroyum.

Eftir aðalfundin fyrr í mars er nevndin í Føroyskum Miðlafólkum breitt samansett við fólkum úr øllum miðlaheiminum, tað veri seg úr almenna Kringvarpinum, privatu miðlunum og fríyrkisfólkum. Hesi manna nevndina í felagnum:

Jón Brian Hvidtfeldt, formaður
Øssur Winthereig, næstformaður 
Sólvit Nolsø, skrivari
Uni Arge, nevndarlimur
Beate L. Samuelsen, nevndarlimur
Jógvan Hugo Gardar, tiltakslimur
Jens Kristian Vang, tiltakslimur

Nýggir limir kunnu tekna seg við at venda sær til formannin, jon@kvf.fo, ella onkran av hinum nevndarlimunum.