Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroysk Miðlafólk fegnast um KvF-avgerð

Tað er við gleði, at vit í Føroyskum Miðlafólki (FM) kunnu staðfesta, at stýrið fyri Kringvarpi Føroya nú hevur tikið við tí ábyrgd, sum vit í yvirlýsing á aðalfundinum 28. februar mintu kringvarpsleiðsluna á, at hon hevði. Somuleiðis fegnast vit um, at kringvarpsstýrið eisini viðurkennir tað sum skyldu stovnsins at rinda møguligar bøtur, endurgjald og sakarmálskostnað, sum starvsfólk verða dømd at rinda í sambandi við arbeiði, tey hava gjørt fyri stovnin. 

Vit fata fráboðanina frá stýrinum soleiðis, at Kringvarpið fer at rinda møguligar bøtur og sakarmálskostnað fyri starvsfólkini, sum 25. februar vórðu dømd í Føroya Rætti í einum máli um ærumeiðing í sambandi við journalistiska viðgerð av einum tollmáli, har sitandi fíggjarmálaráðharri var í brennideplinum, um hesi eisini verða dømd í Eystara Landsrætti ella í evsta føri í Hægsta Rætti.

Somuleiðis gevur fráboðanin frá kringvarpsstýrinum okkum ta greiðu fatan, at stovnurin ikki aftaná ætlar at gera mótsókn – regress – og krevja pengarnar aftur frá dømdu starvsfólkunum.

Okkara yvirlýsing 28. februar var soljóðandi:

“Í sambandi við sakarmálið móti fýra miðlafólkum minna Føroysk Miðlafólk á, at ovasta leiðsla í fjølmiðlum hevur ábyrgdina av tí, sum miðilin ber fram.

Journalistiskt arbeiði er arbeiði fyri miðilin, og sambært lóg eru stjórar, sum hava ábyrgdina. Føroya Rættur hevur í sakarmálinum móti trimum navngivnum kringvarpsfólkum og einum redaktøri á portal.fo, dømt bót til hvønn einstakan, men hvørt einstakt tíðindafólk eigur ikki at hava eina hóttan um persónligara bót hangandi yvir sær í gerandisdegnum.

Ovasta leiðslan hevur ábyrgdina og skal verja síni starvsfólk – eisini tá tey vera drigin í rættin. Um starvsfólk á einum miðli verður dømt fyri ærumeiðing í arbeiðshøpi, so eigur miðilin at rinda bøturnar.

Og tað er eisini ábyrgdin hjá ovastu leiðslu at greiða lurtarum, hyggjarum ella lesarum frá, hví miðilin rindar bøturnar hjá starvsfólkunum.”

Eins og leiðslusrætturin er friðhalgaður, kann ein stjóri ikki frásiga sær leiðsluábyrgdina. Tí er avgerðin hjá kringvarpsstýrinum fyrr í vikuni um at standa við hesa ábyrgd sjálvsøgd fyri øll arbeiðspláss, sama hvat arbeiði ella framleiðslu, tað snýr seg um.

Men sæð úr einum fólkaræðisligum sjónarhorni hevur tað eyka tyngd, at tað í aktuella málinum er talan um eitt arbeiðspláss, sum sambært tveimum lógum – kringvarpslógini og fjølmiðlaábyrgdarlógini – skal tryggja óheftan, kritiskan tíðindaflutning og journalistikk annars til tess at hava eftirlit við valdshavarunum. Kringvarpsstýrið hevur eisini nýliga lagt dent á, at júst hesin leikluturin skal raðfestast sera høgt í virkseminum hjá public service-stovninum.

Skulu programmfólkini lyfta hesa uppgávu, mugu tey hava vissu og trygd fyri, at tey ikki til eina og hvørja tíð kunnu vænta at verða fíggjarliga drigin til svars fyri arbeiði, tey útinna í bestu trúgv, og sum stovnsleiðslan sjálv tekur avgerð um at senda.

Tóshavn 27. mars 2015 

Føroysk Miðlafólk, nevndin