Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroysk loysn ger svimjihøllina í Gundadali grønari

Tá fólk í framtíðini fara í svimjihøllina í Havn, fara tey at brúka munandi minni orku. Tórshavnar kommuna og føroyska felagið Defined Energy skrivaðu í dag undir sáttmála, sum ber í sær, at felagið fer at seta eina orkusparandi skipan í kjallaran undir gólvristirnar í brúsurúmunum í svimjihøllini í Gundadali.

Tá skipanin er farin at virka, fer svimjihøllin at spara 70 tons av veðurlagsgassi um árið. Dálkandi útlátið er í løtuni 115 tons árliga. Sparingin svarar til árligu nýtsluna hjá oman fyri 10 húsarhaldum í Føroyum.

- Hetta er ein háttur at bjálva brúsuna. Vit eru komin lagt, tá vit hugsa um at bjálva hús, men enn er trupult at endurvinna heitt vatn. Hesa avbjóðingina loysir henda skipanin, sigur Bogi Bech Jensen, stjóri í Defined Energy.

Orkusparandi loysnin ger, at ketilin hjá svimjihøllini fær minni at gera. Vanliga er vatnið 40 stig, tá tað kemur úr brúsuni. Og tá vatnið fer víðari í ristina, er tað 37 stig. Við loysnini frá Defined Energy fer skitna vatnið í ein hitavekslara, sum hitar kalda vatnið, sum svimjihøllin annars skal brúka nógva olju at hita upp. Skipanin er so mikið góð, at 70 prosent av orkuni verður endurnýtt.

- Hetta er fyrst og fremst eitt ótrúliga gott hugskot. CO2 útlátið hjá svimjihøllini minkar munandi, tí vit sleppa undan at brenna so nógva olju. Hetta er avgjørt vegurin at fara fyri at gera kommununa enn minni tengda at oljuni, sum vit vita bara verður dýrari við árunum, sigur Heðin Mortensen.

- Skipanin ger, at svimjihøllin sparir áleið 27.000 litrar av olju árliga. Harvið verða útreiðslurnar til olju munandi minni, tá skipanin er løgd inn ein metur undir gólvið í brúsurúmunum. Vit eru fegin um at kunna vera við til at gera Tórshavnar kommunu grønari og enn meira orkusparandi, sigur Jákup Bech Jensen, sølustjóri í Defined Energy.

Tað er Heri Schwartz Jacobsen, sum er uppfinnari og høvuðsmennari. Skipanin er ment í Norðragøtu. Og tað er eisini í einum hølum í Norðragøtu, at alt verður framleitt – eisini maskinurnar, sum verða nýttar til at gera skipanina.

Føroyska skipanin er eitt eindømi við stórum møguleikum at vaksa. Eingin annar veitari á marknaðinum bjóðar eina skipan við so høgum effektiviteti. Og eingin onnur fyritøka á marknaðinum hevur eina loysn til ídnaðin.

Eftir ætlan verður skipanin tikin í nýtslu til heystar.