
Føroysk grøn orka heldur enn innflutt svørt orka
Føroyingar kunnu gerast munandi ríkari við at framleiða nógv meira grøna orku úr egnum orkuríkidømi og soleiðis varðveita pengarnar í landinum, heldur enn, at teira fara til útlendskar oljuframleiðarar
Føroyingar kunnu gerast munandi ríkari við at leggja á annan bógv við at framleiða nógv meira grøna orku úr egnum tilfeingi, heldur enn at innflyta fossila orku úr útlandinum. Harvið kunnu vit eisini varðveita pengarnar í landinum, heldur enn, at teir fara til útlendskar oljuframleiðarar.
Hetta hevði givið okkum føroyingum bæði ríkidømi, nýggj størv og samstundis gjørt okkum óheft av innflutninginum av olju.
Á orkuráðstevnuni hjá Sambandsflokkinum tann 7. apríl, vístu orkuserfrøðingarnir Peter Jørgensen og Vilhjálmur Nielsen, á møguleikarnar í Føroyum at útbyggja grønu orkuna við egnum orkukeldum, heldur enn at innflyta svarta fossila orku úr útlandinum.
Peter Jørgensen vísti greitt á, at av tí at vit í Føroyum hava møguleikar at framleiða orku bæði úr vindi og vatni, so kunnu vit goyma orkuna í vatnbyrgingum sum Pumped- Storage. Henda møguleika hava tey ikki í Danmark, tí har mugu tey senda orkuna til Norra, har henda verður goymd í vatnbyrgingum.
Sostatt eru umstøðurnar at framleiða grøna orku frálíka góðar og munandi betri enn í flestu øðrum londum. Tí eiga vit sum skjótast at seta meira ferð á útbyggingar av grønari orku, seta fleiri vindmyllir upp og byggja Pumped-Storage.
Talan er um sera stórar íløgur, sum standa fyri framman. Fyri, at hetta skal gerast veruleiki, verður neyðugt at lata vinnuligar privatar aktørar sleppa framat, eins og gjørt er í øllum londum í Europa - hetta var greiða niðurstøðan frá orkuserfrøðingunum.
Sí fleiri myndir á Facebook-vegginum hjá Sambandsflokkinum: https://www.facebook.com/samband.fo/
Les meira: Sera væl eydnað ráðstevna um grøna orku: http://samband.fo/Default.aspx?ID=156&Action=1&NewsId=1403&M=NewsV2&PID=555