Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroysk alivinna hevur góð lyklatøl

Føroysk alivinna hevur nøkur góð úrslit at vísa á seinastu árini viðvíkjandi framleiðslukostnaði, vekt, felli og prísi. Tað kom fram í fyrilestrinum hjá Ragnar Nystøyl frá Kontali Analyse í Noregi, sum hevði hugt nærri eftir hagtølum fyri føroysku alivinnuna seinastu árini.

Føroyska alivinnan hevur lutfalsliga lágan framleiðslukostnað, vektin er høg, fellið er lágt og prísurin fyri føroyskan laks var eisini eitt vet betri enn tann norski í fjør. Harumframt hevur vinnan víðkað um marknaðin seinastu árini, samstundis sum framleiðslan er økt. Tað vóru nakrar av niðurstøðunum hjá Ragnari Nystøyl, tá hann tók samanum gongdina í vinnuni seinastu árini á Aliráðstevnuni á Hotel Føroyum fríggjadagin.

Viðvíkjandi vektini var miðalvektin á føroyskum laksi góð fimm kilo, meðan norska miðalvektin var góð hálvtfimta kilo. Fellið í føroyskum alibrúkum hevur eisini verið metlágt seinastu árini. Fellið hevur seinastu fimm árini ligið niðanfyri 10 prosent, og tað er betri enn hini londini, ið øll hava eitt felli omanfyri tjúgu prosent.

Seinastu tvey árini er laksaprísurin fallin nakað, tó liggur miðal útflutningsprísurin fyri føroyskan laks eitt vet hægri enn prísurin fyri norskan laks, og tað hevur eisini verið mynstrið seinastu fýra árini. Havast skal her í huga, at føroyski laksurin í miðal er størri enn tann norski, og tað sæst aftur í miðal útflutningsprísinum.

Metingarnar fyri føroyska framleiðslukostnaðin eru eisini lágar samanborið við hini londini, men soleiðis hevur ikki altíð verið. Í 2005 høvdu føroyskar alifyritøkur lutfalsliga høgan framleiðslukostnað, men síðani er framleiðsukostnaðurin pr. kilo hjá føroyskum fyritøkum lækkaður, og framleiðslukostnaðurin hjá føroyskum feløgum verður nú mettur at vera millum teir lægstu í heiminum.

Annars verður samlaða framleiðslan av føroyskum laksi væntandi tann sama í ár sum í fjør.

Síggj annars allar framløgurnar frá Aliráðstevnuni við at trýsta á linkin niðanfyri:

http://industry.fo/Default.aspx?ID=4573