Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyingur fremleggur nýggj granskingarúrslit í viðkvomum viðurskiftum í danska samfelagnum

Seinastu nógvu mánaðirnar hava nógv tíðindi verið at hoyra um fleiri barnaverndarmál, sum eru illa handfarin í Danmark. Somuleiðis hava tíðindi verið frammi um, at Ankestyrelsen úr frá einari kanning í vár hevur hartað donsku kommunalu barnaverndartænasturnar fyri ov vánaligar arbeiðsgongdir á hesum økinum.

Føroyingurin Jóhannes Miðskarð, lærari og cand. pæd., hevur í sínari PhD-ritgerð útvega nýggj granskingarúrslit á hesum økinum í Danmark. Jóhannes Miðskarð staðfestir, at tað ikki bert eru feilir at finna í skipanini av donsku barnaverndartænastunum. Jóhannes Miðskarð vísir eisini á, at samstarvi millum donsku barnaverndartænasturnar, skúlarnar og dagstovnarnar má forbetrast. Somuleiðis vísir Jóhannes Miðskarð á, at lærarar, námsfrøðingar og líknandi starvsfólk hava ov lítið innlit í arbeiðsgongdirnar hjá barnaverndartænastunum.

Jóhannes Miðskarð skal verja hesi granskingarúrslit framman fyri eini trýmannað dómsnevnd í síni PhD-verju tann 31. august kl. 13.00 í autoriinum í bygningi nr. 25 á Roskilde Universitet. PhD-verjan verður hildin sum ein opin fyrilestur við móttøku aftaná; øll eru vælkomin.

Í dómsnevndini sita Anne Marie Pahuus, lektari og prodekanur fyri gransking og menning av talentum á Aarhus Universitet, Claire Cameron, professari á Anglia Ruskin University í Cambridge og Betina Dybbroe, lektari og depilsleiðari á Center for Sundhedsfremmeforsking á Roskilde Universitet. Vegleiðarar hjá Jóhannes Miðskarð hava verið Linda Lundgaard Andersen, professari á Roskilde Universitet og Nick Frost, professari á Leeds Metropolitian University.