Føroyingar yvirtaka umsitinigna av føroyska loftrúminum
Tíðindi frá FRAMSÓKN.
Løgtingið samtykti ígjár einmalt uppskotið frá Framsókn um at fara undir fyrireikingarnar av at yvirtaka umsitinigna av føroyska loftrúminum.
Endamálið við hesum uppskoti er at yvirtaka umsitingina av loftrúminum yvir Føroyum, og harvið skapa 50-100 nýggj vitanartung arbeiðspláss í Føroyum, og styrkja um og menna føroyska flogvinnuøkið sum heild.
Sambært avtalu millum Danmark og Ísland umsitur Ísland loftrúmið yvir Føroyar. Fyri hvørt flogfar, ið flýgur uppi yvir Føroyum, fáa Ísland og Danmark eitt ávíst gjald. Hetta gjald gerst hægri, tyngri flogfarið er. Altjóða sáttmálin fyri yvirflúgvingar er ein sokallaður Non-profit sáttmáli, t.v.s. at lond skulu ikki hava fíggjarligt yvirskot av at umsita loftrúmið, men at allur peningur skal nýtast til at tryggja trygga flogferðslu gjøgnum loftrúmið. T.v.s. omaná at veita ymsar luftrúmstænastur, skulu londini eisini veita og útbyggja tænastur so sum Search and Rescue og veðurtænastu.
Føroyar liggja á eyst-vest rutunetinum hjá stórum flogfeløgum, sum flúgva millum Norðuramerika og Europa/Miðeystur. Eisini gongur flogferðsla úr Vestureuropa til vestara partin av Norðuramerika norður gjøgnum føroyskt luftrúm. Talan er sostatt um nógva, og tunga, flogferðslu yvir Føroyum. Og, talan er sostatt eisini um stórar inntøkur, ið eru við til at skapa og menna fleiri arbeiðspláss innan flogvinnuøkið, og avleitt virksemi, í Íslandi og Danmark.
Við yvirtøku av umsitingini av loftrúminum yvir Føroyum kunnu hesar inntøkur verða við til at menna føroyska flogvinnuøkið, skapa avleitt virksemi, og harvið skapa fleiri arbeiðspláss í Føroyum.